Úr gerðabókini hjá VÍF á 70-ára veitsluni

13. september 2009

Helgi Jacobsen

Vestmenningar dugdu at handfara ein bólt, áðrenn nakað felag bleiv stovnað, tí vit vita, at kvinnur og menn spældu bæði hondbólt, fótbólt og gjørdu fimleik, áðrenn nakar hevði tikið orðið VÍF upp á tungu.

Gerðabøkurnar hjá VÍF tey allarfyrstu árini eru ikki til, og tað hava, sum eg skilji, verið ymsar frágreiðingar um, hví og hvussu felagið varð stovnað. Men við góðari hjálp frá Fíu í Innarstovu, Jóan Jacob hjá Tummas-Georg og handritum hjá Sverra Egholm, sála, haldi eg meg kunnað staðfesta, at tað vóru hondbóltskvinnurnar, sum í 1939 tóku stig til at stovna felagið.

Kvinnurnar fóru síðani til menninar og bóðu teir gera tað praktiska arbeiði. Oddamenninir tá vóru millum aðrar Jákup Follend og Gunnar á Mørk. Erik í Jákupsstovu var í læru hjá Gunnari og Gunnar sendi Erik í hvørt hús at tekna limir.

Mannsliðið spældi ein av fyrstu dystunum móti gulu skótunum úr Havn. VÍF vann 4-3. Á liðnum vóru: Steingrím í Toftum í málinum og úti spældu Kjartan hjá Jensi, Henry á Deild, Lilleba, Palli hjá Dagmar, Kristoffur hjá Helannu og Hans Husgaard.

Kvinnurnar, sum spældu um hetta mundið og nøkur ár fram, vóru m.a. Fía í Innarstovu, Lillan, Maria hjá Arna, Birgit hjá Kallu, Elisabeth hjá Jákupi á Deild, Elsa hjá Hannu á Deild, Paula hjá jarðamóðrini og Camilla í Sjúrðarstovu.

Myndir tiknar í Sørvági í 1951. Vestmanna-genturnar á myndini niðanfyri er: Jasdrid, Ingibjørg, Birghit, Anna, Anny, Sanna, Oluffa, Magnhild, Ruth, Camilla, Sólrun og Johild. Hinar genturnar eru úr Sørvági.

Mynd omanfyri:
Anna, Anny, Jasdrid, Oluffa, Birgith,
Camilla, Magnhild, Ruth, Gigga,
Ingibjørg, Johild, Sólrun, Maja og
Sanna


Ein týðandi partur av virkseminum í VÍF hesi fyrstu árini var fimleikur. Fimleikarhallirnar vóru skiftivís á ovasta hædd á verkstaðnum hjá Koffa og skiftivís á seglhúsloftinum, har kvinnurnar í dag kava sum pingvinir av brúnni. Framsýningarnar vóru á kaini og seinni á hondbóltsvøllini.

Hóast vánaligar umstøður, høvdu vestmenningar fýra fimleikalið, tvey kvinnulið og tvey manslið. Frú Guttesen vandi kvinnuliðini.

Hondbólt og fótbólt spældu vestmenningar á Fjarðasandi. Í gerðabókini verður tikið til, at “hondbóltur og fótbóltur hava verið íðkað heila árið runt og um summarið rógving afturat. Arbeiðslíkindini eru vánalig, tí einki er fimleikahúsið og eingin er leikvøllurin – einans ein sandur, sum liggur undir á flóð…..tí síggja vit við gleði fram til tann dag, tá vit fáa okkara leikvøll á turrum og fimleikarhøll, hvar vit ikki nýtast at frykta fyri at sláa hendurnar í bjálkarnar, hvørja ferð vit rætta hendurnar upp um høvdið.”

Hondbóltur á Fjarðasandi

Tað hevur ikki verið so lætt at spæla professionellan hondbólt, tá leikararnir bara kundu spæla á eystfalskyrrindum. Eg havi spurt, hvussu linjurnar vóru trektar upp, eftir at flóð hevði verið. Tað var einfalt, tey tóku eitt træpetti og strikaðu vøllin og málteigin av nýggjum fyri hvønn dyst.

Tað var meira sandur móti Heljareyga og kvívíkslandinum og Jóan Jacob Thomsen sigur, at einaferð gjørdu vestmenningar eina roynd at fylla grót frá Válalandinum og nakað út í ánna, so at spælandi eisini varð á flóð. Jóan Jacob sigur, at tá kvívíkingar hoyrdu hetta, settu teir seg upp á bakbeinini og søgdu kortanei. Tað skuldi ikki vera landfast millum Kvívík og Vestmanna.

Fía í Innarstovu sigur, at aldurnar viðhvørt komu upp á knøini, og so bratt er í Vestmanna, at neyðugt bleiv at flyta fleiri hundrað metrar niðan frá sjónum, fyri at bøta um umstøðurnar. Nøkur brot úr gerðabókini lýsa viðurskiftini. Sagt verður, at sóknarstýrið í 1943 var ikki smáligt, tí tað játtaði ein beinleiðis studning uppá 250 krónur til leikvøll. Fimm ár seinni gav Petur á Heygum VÍF 2000 krónur til leikvøllin á Krosstúgvu uppi í haganum. Men pengar fingust ikki til at gera veg niðan í hagan og ein av eigarunum vildi ikki, at VÍF kundi keypa lendi til vøllin. Tí leigaði VÍF lendið fyri eina krónu um árið.

Tá var hondbóltsvøllurin við skúlan longu komin og vestmenningar kundu av álvara fara at gera seg galdandi í hondbóltinum. Men umstøðurnar vóru trongar hjá sóknarstýrinum í 1945, sum ikki hevði ráð at geva studning til sjálvt eina flaggstong við hondbóltsvøllin.

Ein lítil søga afturat frá gomlu hondbóltstíðini. Tá eins og nú vóru seks útispælarar, men tað var nógv meira býtt upp á vøllinum, so at trý spældu frammi við tríggja metur strikuna, meðan trý lógu heilt afturi við miðlinjuna. Tá vóru so at siga bara langskot upp á mál. Og málini vóru ofta fá. Sum tað stendur í gerðabókini frá 1952 um ein kvinnudyst, at vestmannakvinnur vóru so beskednar móti málverjanum hjá Neistanum, at tær trillaðu bóltin móti málinum, ístaðin fyri at skjóta. Úrslitið gjørdist, at Neistin vann 1-0.

Men í 1949 fekk VÍF ein danskan venjara, sum æt Egon Gundahl. Hann lærdi vestmenningar avsett og at leypa inn av strikuni. Fáur hevði sæð slíkt áður, og so slett ikki ein vágbingur, sum stutt eftir at vestmenningar høvdu tikið loyniliga vápnið í brúk, dømdi ein dyst millum VÍF og eitt havnalið. Vágbingurin misti konsentrasjónina og dømdi yvirtrakk hvørja ferð, VÍF-ararnir hoppaðu. Vestmenningar mótmæltu, tí teir vistu, at teir vóru í luftini, hóast teir vóru innan fyri. Stórur partur av dystinum gjørdist tí meira bardagi enn hondbóltur.

Eitt dømi frá hondbóltskapping á Vestanstevnu í Vestmanna í 1952 vísir, at tað var ikki brúk fyri meira enn eini Tordenskjold svávuldós fyri at fylgja dystargongdini, tí málini vóru so fá. Máltalvur vóru jú ongar tá. 1.manslið vann 6-2 á lorvíkingum, 2.manslið vann 5-1 á fuglfirðingum, 1.kvinnulið vann 3-1 á sandavágsgentum, 2.kvinnulið hjá VÍF og Sóljuni leiktu javnt 3-3, og so framvegis.

Á Vestanstevnu hetta árið, í 1952, vann Vestmenningur og Havfrúgvin var nummar 2.

Gerðabøkurnar kundu viðhvørt vera sera bersøgnar. Eftir ein dyst millum 1.kvinnuliðini hjá VÍF og Sóljuna í 1957, fáa vestmannakvinnur av at vita frá formanninum í felagnum. Hans hjá Olivari skrivar: “Tað er vorðin fastur siður, at okkara 1.lið tapir dystin í Sandavági, og hesu ferð eydnaðist heldur ikki at bjarga nøkrum stigi. Samanspælið var út av lagi vánaligt. Undir álopi var at kalla einki samband millum framherjar og bakverjar, valla nakrantíð varð roynt at leika seg gjøgnum verju Sóljunnar og flestu skot vórðu skotin ov uttarlaga,” skrivar Hans. Ídag hevði ein slíkur dystur kanska endað 25-20. Úrslitið av áðurnevnda dysti gjørdist 2-1 til Sóljuna.

Hans er í røttum skarprættarahýri hendan dagin, tí um dystin millum VÍF og SÍF, sum helst hevur verið í so hart leiktur, skrivar Hans soleiðis: “Hondbólturin í Føroyum er broyttur nógv tey seinastu árini, men tíverri er tað mest á tað skeiva borðið. Flestu lið eru vorðin so jøvn, at kappingin um stigini er so hørð sum ongantíð fyrr, og gongur tað ikki at vinna ein dyst á ein hátt, letur tað seg væl gera á onkran annan hátt. Men at einasta gongda leiðin tykist at vera hart og óregluligt spæl, er vert at geva gætur hjá hvørjum einstøkum leikara…..her hevur dómarin sína ábyrgd og má sostatt taka nakað av hesum misprýði upp á sín kappa…og tí mugu vit fáa kvalifiseraðar dómarar.” – VÍF vann handan dystin á sandavágsmonnum 7-6 eftir – sum so ofta – eftir ein rokmiklan enda. Mannbjørn skeyt tvey mál, Niels tvey, Jógvan tvey og Hans eitt. Sama dag endaði ein dystur millum skúlaliðini hjá VÍF og Sóljuni 0-0.

Vestmenningur 1928 ella 1929.
Bagborð: Jóhannes á Bakkanun, Jákup á Deild, Olaf í Garðastovu, Petur á Bakkanum og Gunnar Nølsøe. Stýrib: Poul í Skálum, Petur í Innistovu, Jógvan í Innistovu, Jóhan í Niðristovu og Jákup Petur á Deild. Arni á Rógvu stýrdi.


Vestmenningar hava bæði vunnið og tapt í kappróðri. Í fimtiárunum og fyrr vóru vestmannabátarnir bara á ólavsøku, norðoyarstevnu og vestanstevnu, men í 1957 vóru vestmenningar fyri fyrstu ferð á jóansøku. Tað gekst ikki so væl. Betri gekst á norðoyarstevnu í 1959 við tí nýggja Vestmenningi, sum vann við 9 minuttum og 53 sekundum, trý sekund framman fyri Klaksvíking. Við Havfrúnni gekst verri, nummar fýra og skrivarin skyldar í gerðarbókini upp á bátin – hann var ikki kappingarførur longur.

Á ólavsøku hetta árið, 1959, vunnu vestmenningar tríggjar róðrar. Sama Havfrúgvin var aftur kappingarfør og bæði gentur og dreingir vunnu sínar róðrar eins og Vestmenningur vann framman fyri Sumbingin. Trý ár framman undan hevði Arni á Rógvu verið róðursmaður á Vestmenningi í 29 ár, men nú var Samson Højgaard í hansara stað.

Vestmenningur á Havnarvág í 1957

Tað er lætt at síggja aftur í gerðabókini, tá tað gekk illa í hond. Í 1962 verður ólavsøkan lýst sum sera syrgilig, tí Havfrúgvin var bara nummar trý bæði við gentum og dreingjum og Vestmenningur var aftastur av átta bátum. At ólavsøkudysturin endaði 10-6 til Kyndil kom eisini øllum dátt við og hetta vóru ikki góð tekin fyri finaluna í landskappingini, sum skuldi spælast millum somu lið ein mánað aftaná. Tann finaludagurin var eisini ein sorgardagur fyri VÍF, tí Kyndil vann stórsigur, 17-11. Tann einasti, tað glógvaði í, var Johnny. Tá VÍF tapir, skyldar gerðabókin ofta upp á, at menn akkurát vóru komnir aftur av skipi og ikki høvdu vant. Hendan dagin skyldar bókin upp á, at eingin er at gera mál í vinstru síðu, tí Steinbjørn var burtur og Regin arbeiddi so nógv í Mjørkadali.

Vestmenningar og kvívíkingar liggja ikki bara í klandri, men samstarva eisini viðhvørt. 3. august 1963 spældu oldboyslið úr Kvívík og Vestmanna dyst til frama fyri ein kvívíking, sum var vorðin óarbeiðsførur eftir at hann var dottin av byrgingini í Heygadali. Leikurin var stuttligur, stendur í gerðabókini, og vestmenningar vunnu 8-3, og heilar 3.822 krónur komu inn, sum óskerdar vórðu latnar løstaða kvívíkinginum.

Í 1960 var ófør ársveitsla í VÍF í kjallaranum hjá Pól Egilsnes. Kostnaðurin var 9,50 kr. fyri konufólk og 10 krónur fyri mannfólk. 160 fólk vóru í veitsluni. Og av øllum lutum varð eitt strúkijarn lutað burtur við amerikanskari lutasølu. Hepni vinnarin var Steinbjørn Zachariassen. Hildið var á til kl. sjey sunnumorgunin.

Tað er ikki sørt, at fordómar síggjast í gerðabókunum. VÍF og Kyndil plaga ofta at spæla ólavsøkudystir, og í 1967 hevði Kyndil bjóða 1.mansliðið at spæla. Gerðabókin sigur: “Nógv bleiv diskuterað, um vit skuldu fara ella ikki, tí at tað hevur ongantíð gingið væl at spælt ólavsøkudag hjá okkum, men vit avgjørdu at fara. Fór nakar suður ólavsøkuaftan, skuldi hann koma heimaftur, tá sporturin var liðugur (tvs at eingin skuldi fara í býin). Hetta bleiv hildið av øllum spælarunum og úrslitið bleiv hareftir……dysturin endaði 19-9 til okkum.”

So gott gekk tað ikki altíð. Árið fyri tapti fyrsta lið nærum 20 mál móti SÍF og liðið tapti eisini avgerandi dystir móti Neistanum og Kyndli. Í 1968 er ein glotti við føroyameistaraheiti, men annars átti Kyndil øll árini frá 1958 til 1977 við undantak av 68 og 75, sum vestmenningar áttu. Á 68-liðnum vóru Sámal, Eyðbjørn, Jørgin, Petur, Johnny, Regin og Finnbogi var í málinum. Skiftisleikari var Steinbjørn.

Í kappróðri vóru úrslitini í sekstiárunum eisini misjøvn við undantak av, at Havfrúgvin hevði fleiri góð ár og vann í 1967 allar róðrarnar.

Onkur royndi at egna ella at hongja gularøtur út og gerðabókin sigur, at í 1966 gav Sverri Durhuus eitt steyp til unglingaliðini hjá VÍF og Neistanum at kappast um. Hetta var sera spennandi dystur, sum endaði 12-12. Eftir umdyst stóð framvegis á jøvnum 15-15. Eftir seinna umdystin dróg Neistin longra stráðið og vann 17-16 samanlagt og Neistin vann soleiðis steypið til ognar.

Sum longu nevnt eru fleiri viðmerkingar í gerðabókini stuttligar og subjektivar. Havfrúgvin hevði eitt nokkso gott ár í 1971 og vann tveir róðrar. Teir vórðu snýttir fyri sigurin á Norðoyastevnu, har sagt var, at Sílið var ein millimetur frammanfyri. Á Jóansøku var Firvaldur av Tvøroyri nummar eitt og Havfrúgvin nummar tvey. Formaðurin skrivar í gerðabókina: “Her segðist, at bert hálvur annar tummi var á muni. Sjálvsagt, um eg var tvørámaður og máldómari, so hevði eg bara latið mína egnu patriotismu vunnið – so smartur má ein jú kunna vera.”

Í sjeytiárunum royndi VÍF at manna lið í øllum aldursbólkum – í 1972 vóru níggju lið tilmeldað. Ávøksturin av slóðbrótandi hondóltsarbeiðinum hjá Mannbjørn Mortensen fór nú at vísa seg. Men stuttligt er at lesa, at aldursbýtið var heilt øðrvísi, enn í dag. Viðhvørt itu ungu liðini skúlalið, men trøllvaksnir menn, væl og virðiliga konfirmeraðir, spældu hesi árini í piltadeildini, langt eftir at teir høvdu fingið prestsins hond á høvdið. Eitt dømi: Í 1969 spældu 14 ára gomlu Gunnar, Hengi, Jógvan Frýdal, Regin, Jógvan, Dánjal Jákup, Tummas, Kristin og Hans á piltaliðinum. Ídag høvdu teir helst itið dreingir-14, meðan piltar í dag munnu liggja um átta-ára aldur. Somuleiðis spældu 14-ára gomlu genturnar á smágentuliðnum, hóast tær næstan vóru fríggingarførar.

Sum nevnt vóru málini fá tey fyrstu árini, 1-0, 3-2, 7-4 og so framvegis. Men við nýggjum teknikki og skjótum spæli broyttist hetta. Í 1972 spældu kollfirðingar í fyrstu mansdeildini, og formaðurin heldur í gerðabókini, at klárar VÍF at halda Hannis og Trúgva niðri, skuldu kollfirðingar verið til at tosa við. Um teir vóru til at tosa við aftaná dystin, veit eg ikki, men vestmenningar vunnu 44-17.

Men skjótt skiftir. Ein mánað seinni leika VÍF og KÍF aftur, og nú vann KÍF 25-18. Liðið hjá vestmenningum var ikki tað sama, sum til fyrra dystin, og sum ikki einaferð sat eingin á bonkinum at skifta inn.

Formaðurin í VÍF í nógv ár, Heðin Winther Olsen, gjørdi sær í nøkur ár tann ómak at skriva hagtøl fyri úrtøkuna í hvørjum dysti. Vit síggja, hvussu nógv hvør leikari hevur skotið upp á mál og nær tað bleiv mál. Hetta eru áhugaverd hagtøl, sum vísa, at summir skjóta nógv og fáa kanska ein fjórðing inn um, meðan aðrir fáa størri úrtøku. Tak meg ikki í tí, men so vítt eg síggi í gerðabókini er tað bara ein, sum í einum dysti hevur fingið 100 prosent úrtøku. Hann skjeyt seks skot í einum 1.deildardysti og tey fóru øll innum. Maðurin eitur Jógvan Páll Johannesen og hann plagdi at skjóta frá spískum.

Nú vit eru við hagtøl, so hevur Agnar Joensen í eina tíð útvega hagtøl fyri, hvussu nógv mál grovastu skjúttarnir hjá VÍF hava skotið. Tíverri hevur Hondbóltssambandið bara dómaraseðlar aftur til 1989-90. Hagtølini vísa eisini reyð kort, klagur og annað. Í steypakappingini og landskappingini frá 1989 til 2009 eru tað tveir mans, sum skara frammúr. Á øðrum plássi við 1936 málum frá 1992 til 2009 liggur Áki Olsen. Pluss 180 mál fyri Neistan eitt árið, men tað telur ikki við.

Á fyrsta plássi við 1980 málum frá 1989 til 2006 liggur Ingi Olsen. Umframt tað, sum hann ikki er skrásettur fyri í 1987-88. Tað kann tó ikki skjalprógvast at hann er farin upp um tey 2000 málini, men skal tað staðfestast, má hann taka eitt ár afturat við VÍF fyri at fáa írestandi 20 málini. Av teimum, sum nú spæla, hevur Sámal Joensen higartil skotið 1132 mál, Eli Múller 16 mál og ein av teimum, sum júst er byrjaður og kanska fer at skjóta 2000 mál, er Bjarti Martinson Hansen við 49 málum.

Sum tann hondbóltsbygd, Vestmanna bleiv, er tað ikki so løgið, at hondbólturin fyllir meginpartin av ítróttinum og eisini í gerðabókini. Men annað enn hondbóltur, kappróður og fimleikur hava verið í Vestmanna. Síðst í sekstiárunum og fyrst í sjeytiárunum spældu fleiri unglingar borðtennis í fimleikahøllini og vit vóru við í føroyameistarakappingini í 1970, minnist eg rætt. Tá var hondbóltur bara um summarið, og fyri at fáa fólk at røra seg, skipaði VÍF eisini fyri dansi um vetrarnar, bæði enskum og føroyskum.

Vestmenningar hava eisini svomið. Føroya fyrsti Pál Joensen var vestmenningurin Kristoffur Kristoffersen, sum var fyrsti føroyingur, sum 21 ára gamal í 1945 tók ta stóru svimjiroyndina. Sama ár tóku fleiri dreingir og gentur í Vestmanna tær minnu A og B-svimjiroyndirnar. Vestmanna Svimjifelag var á lívi í sjeytiárunum, og tveir av góðu svimjarunum vóru Kári Mortensen og Holgar Nielsen.

Kári og Holgar á sigursskamlinum við
svimjihylin í Gundardali


Nógvir eru garparnir, men kanska eru unglingarnir frá 1975 í serflokki. Teir taptu ikki ein einasta dyst í útvið fýra ár. Teir vóru Helgi Petersen, Albin Müller, Magni Olsen, Hannis Johannesen, Uni Zachariassen, Pauli Poulsen, Páll Poulsen og Petur Joensen.

1975 var eitt gott ár, tí 1.manslið vann eisini. Teir ungu vórðu settir við sohvørt, og frá
20 ára soltnari oyðimarkargongd, byrjar 1.manslið nú at vinna skiftisvís landskappingina
ella steypakappingina. Í 1980 vunnu bæði 1. og 2.manslið The Double, í 1985 vann
1.manslið bæði landskappinga og steypakappingina, sama var í 1993 og 1997.

Men so var eisini næstan liðugt, tí tá vit koma inn í nýggju øldina, fingu vestmenningar
strandingar í rangastrúpan. Men at tað ber til at vinna á StÍF, eisini í steypafinalu, bæði hjá
kvinnum og monnum, fingu vit sjón fyri søgn í teimum báðum sera spennandi finalunum í
1999. VÍF vann báðar dystirnar depurt við einum máli.

Skrivað og tikið úr gerðabókunum hja VÍF hevur Helgi Jacobsen.
Myndirnar eru úr savninum hjá Páll Hellu.

VÍF Takkar tykkum báðum fyri arbeiðið!