VÍF er stolt av at kunna fráboða, at Vestpack er høvðus stuðul hjá felagnum. Avtalan er fyri inniverandi kappingarár og letur upp fyri møguleikanum at leingja avtaluna, um báðir partar ynskja tað.
Tað hevur gingið strilti við at fáa tey nýggju klæðini til felagið og av tí sama er ikki kunngjørt hvørjit stuðlar eru. Nú klæðini til tey vaksnu og børnini er komi, so eru vit avberða fegin at kunna fráboða hvørjir stuðlarnir eru.
Stuðlar til tey vaksnu er: Vestpack, Ford, Føroya Bjór, Samskip, Jóni Durhuus, REX, Carello, PBP Services, Fønix, Sveisingarhandilin, E-billett, Lív, Uni Zachariassen, AM Grannskoðan og fleiri sum ikki vilja verða nevndir.
Stuðlar til børnini er: G.A.J Smíð, Føroya Bjór, SJH Commercial Divers, Røkt, Skivan, El-Net og P/F Meðalsbrekka
Sigast má, at uttan tykkum stuðlar, so var einki felag. Tí er felagið avbera takksamt fyri allan tann stuðul felagið hevur fingið´til hetta kappingar árið.
Eitt sum er merkisvert er, at eitt felag úr útlandinum eisini er við í samlaðu puljuni, nevniliga PBP Services úr Scotlandi.
Stóra tøkk til tykkum allar, við vón um gott kappingarár.
VÍF