VÍF 1. deild menn – teir sum eru á myndini eru, ovast frá vinstru:
Dia Midjord venjari, Bárður Brimvík, Holgar Durhuus, Magnus Müller, Gabriel Sebstian Apetrei, Tummas í Niðristovu, Bjarti Hansen, Sámal J. Djurhuus, Magnus á Rógvu, Jákup Suni Andreasen.
Fremst frá vinstru:
Áki Egilsnes, Andreas Eriksen, Julian Olsen, Sjúrður R. Nielsen og Tóki Seloy.
Martin Skúvadal og Hanus Christophersen hava spælt við, men eru ikki við á myndini.
Mikukvøldið 11. apríl gjørdust 1.deild menn hjá VÍF føroyameistarar, tá ið teir vunnu sannførandi á Neistanum 32 – 24 og vóru eitt stig framan fyri H71 sum blivu nr 2. Tað skuldi sæð ljóst út hjá felagnum við so nógvun evnaríkum leikarum.
Dreingir 16 ár hjá VÍF spæla avgerandi dyst í morgin leygardagin 14. apríl kl. 18.00 í høllini Vestmanna móti H71. Vinnur VÍF verða teir føroyameistarar. Heitt verður á allar VÍF fjepparar at møta í høllini leygardagin at stuðla sínum liði.