Epistulin til 3 sunnudag í advent, eftir fyrru tekstarrøð, sigur m.a. ”Annars verður her kravt av húshaldarum, at ein og hvør má roynast trúgvur. Men mær liggur tað ógvuliga lítið á at verða dømdur av tykkum …”.
– – –
Tað hongur ein friður yvir landinum, veðrið hevur verið av tí betra slagnum, elveitingarfelagið leggur doyðin á at lata turbinunum tað megi sum skal til, fyri at alskyns jólaglimmur kann lýsa upp tað verið seg innan-, sum uttandura. Stákast verður dúgliga í hvørjum króki í landinum, og fyri hvørt ár sum gongur, tykist sum at upplatingartíðirnar í handlunum gerast longri og longri. Vildi ynskt, at hugtakið ”í menniskjum góður tokki” eisini rakk fryntligu handils starvsfólkunum, soleiðis at hesi fingu eitt sindur meira tíð saman við sínum, og at vit sum brúkarar, innrættaðu okkara keypstíð eftir eini styttri upplatingartíð.
Her, 3. sunnudag í advent anno 2012, vórðu dyrnar latnar upp til dystir ímillum VÍF og Kyndil. Góðveðrið á degnum hevði fingið fólk úr sofuni, fyri at njóta løtuna saman við eldhugaðum leikarum frá báðum síðum.
Havi altíð virðismett Kyndil fyri teirra stríðsvilja, eisini á útivølli. Dysturin í dag var einki undantak í so máta. Teir løgdu bragdliga fyri móti eini offensivari (vistnokk) 3-3 verju hjá heimaliðnum. Eftir 10 minutum høvdu teir fingið sær eina 2-5-leiðslu, og tóktist sum teir ”stórtrivust” móti offensivu verjuformatiónini hjá VÍF. VÍF harafturímóti hevði stórar trupuleikar í báðum endum, men megnaðu tó at hanga í, soleiðis at Kyndil ikki ”slapp avstað”. Eftir 20 minuttum stóð 9 – 10 til Kyndil, men VÍF hevði nú sett eina 6-0 verju, við Sámal og Sjúrða sum ”róðurgangarar”, og fekk Kyndil nú størri trupuleikar við at koma ígjøgnum, samstundis sum álops spælið hjá VÍF hylnaðist heldur betri.
Farið var til hálvleiks við einum 13-13 javnleiki.
VÍF valdi – heldur yvirraskandi – at byrja seinna hálvleik við somu verjuformatión sum við dystarbyrjan. Kyndil takkaði fyri, og fekk snútan framum við 2-3málum fyrstu 10 minuttirnar, og helt tørn eisini teir næstu minuttirnar, soleiðis at teir – eftir 17 minuttum – framhaldandi vórðu á odda 17-20. VÍF var farið aftur til eina flata verju. Eli, sum ikki var heilt ”on” við dystarbyrjan, hevði nú veruliga spælt seg upp, og helt VÍF inni í dystinum. Í hinum endanum hevði Kyndil fokus á Filip, og hettar gjørdi Regin sær dælt av. VÍF byrjaði nú at hála inn á Kyndil,og tá 23 minuttir vóru farnir, hevði VÍF lagt seg á odda 21-20. Tað gingu í hesum tíðarskeiði 8 minuttir (17-25 min.) har Kyndil ikki fekk mál.
Seinastu 7 minuttirnar av dystinum áttu 2 persónar við floytu í munninum – á dómaraseðlinum nevndir dómarar -, við rubb og stubb. Endaliga úrsliti var at Kyndil fór avstað við báðum stigunum, við einum 23-25 sigri.
Ágrýtni hjá Kyndlaleikarunum bar teir á mál, meðan VÍFstóð eftir við ongum, púrt ongum. Sama gjørdu flestu áskoðararnir. Teir høvdu ikki givið sær far um, at reglugerðin fyri hvat er rætt og hvat er skeivt á vølli, eftir øllum at døma er broytt munandi síðan seinasta dyst… .
– – – – –
Fari at enda at loyva mær at seta eitt STÓRT spurnartekin við tað avrik, sum dagsins dómarar legði fyri dagin. Fyri at siga tað milt, var dómaraavriki í dag út av lagið vánaligt, og til tíðir ein beinleiðis háðan ímóti bæði leikarum, leiðarum og áskoðarum. Bevares, sjálvandi kunnu dómarar gera feilir – no bad feeling- , men tað var ikki tað støði vit vóru vitnir til ídag. Avrikið í dag bar beinleiðis brá av manglandi objektivum førleika, umframt nøktandi tulkingarførleika til galdandi reglar.
Lat ongan iva vera um, at hesin kritikkur ikki er tengdur at sjálvum úrslitinum. Stemningurin í høllini var beinleiðis ófrættakendur, og sigur tað meira enn nakað. Og hettar kemst ikki av at vestmenningar ikki tola at tapa ein dyst, tí tað hava teir eftirhondini drúgvar royndir í.
Sjálvandi kann hesin kritikkur bara svarast aftur við at ”so kunnu vestmenningar bara sjálvir koma við sínum dómarum”. Til tað er at siga, at teir hava dómarapar, so tann kritikkurin er minni ”berættigaður” nú enn hann hevur verið.
Meti heilt greitt, at dómarafelagið hevur tørv á at eftirmeta tað sum fór fram á vøllinum í dag, og at hettar sæst aftur í eini objektivari og realistiskari setan av dómarum til dystir framyvir.
Fari at enda at vísa til fyrsta reglubrot í hesi grein, við vón um at hesi orð ikki uttan víðari verða sligin upp í glens, men tikin fyri tað tey eru – eitt harmaljóð til dagsins upplivilsi.