VÍF dr. 16 Føroyameistarar

Dreingir 16 ár hjá VÍF, fremst f.v. Johan Kári Vang, Tóki Seloy, Niklas Simonsen, Julian Olsen og Teitur Thorleifsson.

Aftanfyri f.v. Sámal J. Djurhuus, venjari, Brynhild Seloy, hjálparvenjari, Áki Egilsnes, Hanus Christophersen, John Rúnason Nielsen, Rói Olsen, Magnus í Niðristovu, John Asbjørn Egilsson, Johan Lisberg, Torstein Brattaberg og Erla Olsen, málmansvenjari.

Í síðsta og avgerandi dystinum leygardagin 14. apríl vunnu VÍF dreingirnir 24-23 á H71 og endaðu sostatt trý stig frammanfyri H71 á stigatalvuni.

Lagt var upp til eina sera spennandi finalu, hjá dreingir 16. Liðini vóru jøvn í stigum, undan seinasta dystin. Vit vóru betri innanhýsis, og kundu klára okkum við javnleiki. H71 kundi bara liva við einum sigri.

H71 legði eitt sindur betri út, og komu á odda 2-0. Teir dugdu væl at finna strikuspælaran, men hetta funnu vit skjótt út av. Okkara dreingir komu aftur, og lógu eitt vet frammanfyri restina av hálvleikinum. Vit brendu nakrar fríðar møguleikar, so Hoyvíksdreingir skulu nokk vera glaðir, at munurin ikki var størri í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur byrjaði nøkulunda sum fyrri endaði. Liðini skiftust um at skora mál. Vit vóru  tó eitt vet frammanfyri. Tá seinni hálvleikur var eitt sindur meir enn hálvrunnin, sá út sum H71 ætlaði nakað annað. Teir komu upp á javnleik. Tá 5 min vóru eftir komu teir tvey mál framum.

Nú sá ikki gott út !!! So helt ein Egilsnes, at gullið skuldi enda í Vestmanna. Áki vísti at hann er ein sera vandamikl álopsleikari. Hann skoraði, hóast einir 3-4 hoyvíksdreingir royndu at hála hann í gólvið nøkur mál, og nú var aftur javnt.

Síðsta minuttin átti H71 álop. Teir vóru so “óhepnir” at kasta bóltin inn til Tóka í málinum. Skuldu nokk spæla inn til strikuspælarin, men avleveringin var ikki nóg neyv. Dysturin bleiv steðgaður, tí hetta kundi onkur ikki góðtaka. Her var tó ikki nakað at finnast at. Klokkan vísti 24.50. Einans 10 sekund eftir at spæla og javnleikur 23-23. Síðstu 10 sekundini gingu seint, men vit fingu tó eitt mál aftrat, so dysturin endaði 24-23 til okkara.

Samanumtikið ein sera spennandi dystur. Stemmningurin var í toppi, og við góðari hjálp frá eini livandi áskoðarafjøld, eyðnaðist okkara dreingjum at vinna.

Hjartaliga tillukku Dreingir 16 við FM heitinum.

 

[flagallery gid=9 name=”D16″]