VÍF fingið royndan venjara

VÍF fingið royndan venjara

Vestmanna Ítróttafelag hevur skrivað undir sáttmála við venjaran, Nuno Faroelo, restina av kappingarárinum.

Nuno Farelo hevur drúgvar royndir sum venjari; hann hevur verið venjari í bestu deildini í Portugal, Spania, Póllandi og Hvítarusslandi. Hann hevur m.a. vunnið portugisisku mansdeildina og vunnið lið víðari til Champions League.

VÍF fegnast um, at hava fingið Nuno til felagið.

-Vit hava leitað í longri tíð eftir einum venjara, sum kann hjálpa til hjá okkara kvinnum og monnum og stuðla undir menningini í barna- og ungdómsdeildunum, sigur Ingi Olsen.

 

Gjørdu skjótt av
Tað var eitt sindur av tilvild og hepni, ið gjørdi, at VÍF fekk fatur á Nuno, tí felagið, har hann var venjari, fór av knóranum í september.

-Tá var at gera skjótt av og vit eru sera fegin um at hann tók av, sigur Ingi.

Sjálvur hevur Nuno fylgt væl við føroyskum hondbólti, síðan at landsliðini hjá Føroyum byrjaðu at gera um seg.

-Føroyar vóru ein áhugaverdur møguleiki, tí føroyskur hondbóltur er í stórari menning. Samstundis, sum eg ongantíð havi arbeitt í norðanlondum, síggi eg komandi tíðina í Vestmanna bæði sum eina uppliving og sum eitt stað, har eg kann geva mítt íkast til hondbóltsmenningina, sigur Nuno Farelo.

Nunu Farelo hevur hægstu venjaraútbúgving í hondbólti, er 33 ára gamal og er úr Porto í Portugal.