VÍF eigur at vinna dystin móti H71 í Vestmanna leygardagin. Tað hava fleiri viðmerkjarar sagt, eftir at VÍF tók fyrsta stikkið í Hoyvíkshøllini mikukvøldið. Tá spældi VÍF ikki upp til sítt besta, samstundis sum hoyvíkingar vóru grammir og kvikir. Tí skulu hoyvíkingar í morgin spæla betri, enn teir gjørdu mikukvøldið, samstundis sum vestmenningar skuldu spæla verri, um hoyvíkingar skulu hava ein møguleika.
Soleiðis tosa taktikkarar og fólk, sum hava skil fyri hondbólti. Men eins og VÍF, sum favorittur undan fyrsta finaludystinum, ikki kundi taka nakað fyri givið, so kunnu teir heldur ikki longu nú hvíla á nøkrum lauberbløðum. Finaludystir eru viðhvørt lúnskir og óútrokniligir, og vit vita ikki, hvønn jokara H71 møguliga kann rista úr ermuni. Allir menn mugu tí vera fyrireikaðir og klárir frá fyrsta bríksli kl. 18.30 leygardagin.
VÍF SPÆLDI EIN GÓÐAN FYRRA HÁLVLEIK mikukvøldið, men vit saknaðu tey kviku mótálopini. Málini komu sum oftast við góðum uppspæli. Filip fekk ikki fulla úrtøku, men fimm skot fóru inn. Agnar skeyt trý í fyrra hálvleiki, Hanus tvey, Áki tvey og Andrias Eriksen eitt.
Verjan hjá VÍF var góð og tað sama var galdandi fyri málmannin Tóka. Tað var so at siga ógjørligt hjá H71 at spæla seg gjøgnum VÍF-verjuna, og nærum øll málini hjá H71 komu við skjótálopum, óvarðaðum undirhondskotum ella brotskøstum.
Seinni hálvleikur kundi verið betri leiktur av vestmenningum. Tekniskar villur vóru, sum helst ikki skulu vera ov nógvar í finaludystum. Tá hoyvíkingar fóru út at verja, gjørdist álopið hjá vestmenningum ov stirvið. Har var gott pláss til umskiftingar inni í tríggjametrinum, sum ikki vóru brúktar. Tá bæði Mads og Áki eru inni, tykist tað, sum okkurt fer í baklás, og helst er tað ov seint í eini finalu at eksperimentera, um ov long tíð gongur, har tveir so avgerandi spælarar ikki finna hvønn annan rætt. Agnar kom væl frá bæði fyrra og seinna hálvleiki, skeyt fimm mál og opnaði eisini væl fyri, so Filip fekk skotið.
Samanlagt skeyt Filip 9 mál, Agnar 5, Áki 4, Andrias 3, Julian 2 og Hanus 2.
VIT HÆKKA INNSATSIN eitt vet í finaludystinum leygardagin. Í prosentum mundu vestmenningarnir geva tað, teir skuldu mikukvøldið. Sum so var verjan góð, men okkara leikarar vóru mangan ov seinir aftur, armarnir komu ov seint niður, og H71 slapp alla tíðina at liggja í hølunum á VÍF. Avtalan má tí vera, at leikararnir hækka innsatsin fimm prosentstig í at renna aftur, samstundis sum vit áskoðarar hækka innsatsin við sama prosentstigi við tí vit eiga oman fyri hálsvølin.
Tá trúgva vit upp á sigurin. Eingin má slaka. Menninir hjá VÍF vunnu greipuna fyrstu ferð í 1980, aftur í 1985, síðani í 1993 og seinast í 1997. Leygardagin verður høvi at vinna greipuna fimtu ferð. Trúgva vit upp á tað og geva vit og leikarar alt og eitt sindur afturat, skuldi tað verið har.
Dómarar verða Eyðun Samuelsen og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen.
Tær tríggjar myndirnar í hesi greinini eru frá dystinum í Hoyvíkshøllini. Myndamaður: Sigmar Mørkøre.
Góðan dyst !