VÍF kvinnur nýggjan venjara og spælara

VÍF hevur gjørt avtalu við nýggjan venjara til besta kvinnuliðið, samstundis sum grøndlendskur spælari er komin til felagið.
Venjarin eitur John Larsen. Hann er 42 ár, kemur úr Kolding í Danmark og hevur drúgvar royndir sum venjari í Danmark og Norra. Nýggi venjarin kemur fyrst og fremst at taka sær av besta kvinnuliðnum, men fer eisini at hjálpa til við venjing og menning av yngru spælarunum og venjarunum í felagnum.
Avtalan við John er fyri restina av hesum kappingarárinum og um partarnir báðir verða nøgdir við samstarvið, verður miðjað eftir at leingja avtaluna.

Kvinnuliðið hevur samstundis fingið ein nýggjan spælara í hópin. Hon eitur Ivâna Meincke, er 24 ár og kemur úr felagnum GSS í Nuuk, Grønlandi. Ivâna er striku- og verjuspælari.

VÍF ynskir John og Ivânu hjartaliga vælkomnum til felagið og vóna at tey verða við til at geva okkum enn fleiri góðar, gular dagar 🙂💛💙


Ivâna Meincke


Sámal Joensen og John Larsen