Kvinnur: VÍF – Kyndil 19-17
Heystardagurin er av álvara komin, og tó – tað resta bert 6 vikur í, so leingist dagurin aftur, tíbetur. Nú fjøllini eru av, og slambur, tálg, seyðarhøvd og so ikki um at tala – kjøtið – er komið til høldar, er ongin umbering longur, fyri ikki at leita sær í hallirnar til dystir í hondbóltskappingini fyri børn og vaksin.
Seinast undirritaði skrivaði dystarfrásøgn, leiktu kvinnurnar sum felagslið saman við Tjaldur. Sum kunnugt er hettar samstarv ikki longur. Vóni tó ikki at hendan avgerð er ávirka av, at TVF (Tunnilsvarp Føroya) seinastu mongu mánaðirnar í tíðindasendingum bæði árla og síðla – hevur viðvirka til at tikið burtur møguleikan frá Eysturoyingum fyri farleið undir Tangafjørð, fyribils í hvussu so er.
Men, lad gå. Havi sæð kvinnurnar seinastu dystirnar, og hava vit sæð sera góðar taktir; ein lítil svipsari móti Neistanum, men annars sera gott.
Vit sóu ídag ein dyst, har liðini bæði fullkomuliga áttu hvør sín hálvleik. Liðini fylgdust uppá 2-2, men so legði Kyndil sjógv ímillum og kom uppá 2-6. VÍF dróg inn aftur, men aftur fór Kyndil frá, fyrst uppá 2-6 og so uppá 4-10. Hálvleiksstøðan gjørdist 6-11, og onki røktist fyri, at VÍF skælaði teimum grønu úr Havn. Serstakliga var Simona eyðsýnd hjá Kyndli, meðan álopsspæli hjá okkara ikki eyðnaðist nevnivert.
Annar hálvleikur skuldi tó vísa seg at gerast ein heilt annar. VÍF fekk 3 tey fyrstu málini til støðuna 9-11, men aftur fekk Kyndil “eina aldu undir bátin” og dróg frá uppá 9-14 tá 11. min. vóru leiktir. Onki røktist tá fyri, at Kyndil ikki skuldi vinna dystin. Men so setti VÍF eina “mans”verju á Simonu, og hettar tóktist at órógva Kyndil meira enn gott var. Tá Kyndil so eina løtu seinni lat Jórun Ludvig fáa eina hvíld, tók VÍF dik á seg, og 6 min. seinni høvdu tær lagt seg á odda 15-14. Liðini fylgdust uppá 16-16, við okkara undan og Kyndil rennandi aftaná. Síðan løgdu okkara seg á odda 18-16, og so var ballið liðugt við endaligu støðuni 19-17. Eitt eyðkenni fyri seinnu hálvu av seinna hálvleiki var eisini, at VÍF ikki hevði so nógvar skiftingar í verju/álopi, og tóktist hettar kanska at geva ein størri stabilitet.
Rómur í gula leiðrinum, meðan tey grønu úr Havn tóktust klóra sær í nakkanum yvir, hvussu tey kundu missa hendan dyst á gólvið. Sæð við okkara eygum, var tað VÍF sum vann dystin, meira enn Kyndil sum tapti dystin. Og hettar kunnu okkara taka við sær til næsta dyst – ímóti Sjørnuni komandi vikuskifti – vit gleða okkum.
Toppskjúttar hjá VÍF gjørdust Durit’irnar við 5 málum í part, meðan Simona Petersen gjørdist toppskjútti hjá Kyndil við 9 málum. Merkisvert var, at Liljan ídag ikki fekk nakað mál. Hettar avspeglar tó ikki hennara íkast til sigurin, tí hennara lutur lá als ikki eftir. So mikið størri tykist breiddin á liðnum at verða.
PS. Hugagott at síggja høllina so væl fylta við áskoðarum longu frá byrjan av kl. 14.30.