Tann næsta uppgerðin í trilogiini millum VÍF og Kyndil verður í Stórhøllini í Havn í kvøld klokkan 20.00. Nógv VÍF-viðhaldsfólk eiga at møta, tí menninir vilja vísa, at teir hoyra til oddin í føroyskum hondbólti. Teir hava vunnið nógv og tapt eitt sindur, kanska mest tí at breiddin er eitt vet ov lítil. Teir vinna upp á tað kvika spælið, eisini í verjuni, og tað kann stundum vera strævið.
At VÍF veruliga vinnur við tí skjóta og kvika spælinum, gekk sjón fyri søgn í dystinum móti Kyndil seinasta hóskvøld í Vestmanna. VÍF vann dystin 33-26. Bæði Ingi Olsen og Hjalmar Klein Olsen eru vaksnir upp við skjóta vestmannaspælinum og teir hava dugað væl at hildið lív í hesum so eyðkenda kvika spælinum, sum er vorðið vørumerki hjá VÍF.
Hetta hóskvøldið í Vestmanna bar av. Longu frá fyrsta bríksli var ferð á spælinum og Sjúrður, Bjarti, Andrias og Julian spældu sum lættir sjampanjutøppar, ið fluttu seg aftur og fram á vøllinum, sum eg sjáldan havi sæð áður, alt í góðum samanspæli við hinar á vøllinum. Serliga var Sjúrður Olsen eyðsýndur í skjótálopum, og hann gjørdist eisini toppskjútti við 11 málum. Hóast mansvardur partar av dystinum skeyt Filip Jojic tó síni 10 mál.
Fleiri sera góð mál vóru í hesum dystinum. Tað stuttligasta helt eg vera mál nummar trý, sum Andrias Eriksen skeyt. Tað gingu bara fýra sekund frá at Kyndil hevði skorað, til Andrias setti bóltin í kyndilsmálið til 3-2: Mladen ger skjótt av, kastar til Bjarta, sum longu var á miðstrikuni, Andrias kemur sum ein pílur frameftir í somu løtu, sum Bjarti gevur bóltin upp, og næstan skjótari enn eyga klára at fylgja við, er Andrias farin sum eitt fok millum teir grønu og setir bóltin í netið.
Jn.fo gevur okkum regluliga hagtøl yvir toppskjúttar og fairplay. Fyri handa dystin vildi eg
atkvøtt fyri, at VÍF var kandidatur at spæla mest undirhaldandi hondbólt.
Nógv annað gott enn skjót álop vóru í hesum dystinum. Verjan stóð væl stóran part av leikinum, Hallur Arason kundi havt buldrað einar tríggjar bóltar inn, men neyvleikin vantaði nakrar millimetrar, Agga í Garðastovu royndi seg sum spælskipara og stóð royndina, Julian Olsen fekk fulla úrtøku við allari tí orku hann setti inn, bæði í álopi og verju, eins og Mladen gjørdi sína skyldu sum vanligt.
Ein trilogi er samansett av trimum sjálvstøðugum eindum, ið samanlagt geva eina heildaruppliving. Lat okkum geva VÍF fullan stuðul í kvøld so vit nærkast eini góðari heildaruppliving áðrenn segl verða sett til seinasta endaspurtin.