VÍF – Kyndil menn 28-23

Menn: VÍF – Kyndil 28-23
Kvinnurnar høvdu lagt støðið, so rómurin var góður á heimaáskoðarum til mansdystin. Tó – Kyndil hevði – eftir hvat teir sjálvir siga – dumma seg norðuri í Klaksvík seinasta vikuskifti, og tí var tað kanska ein særd bjørn, sum okkara komu at standa yvir fyri, og tað er jú ikki bara sum at siga tað.
Gamalt er annars, at “der er så mangt underligt blandt mennesker”. Til kvinnudystin kom eg at standa ímillum 2 fyrrverandi VÍF legendur, sum báðir stuðlaðu Kyndli. Framman fyri okkum gekk 3. VÍF legendan við Kyndils merki á bringuni. og mitt í øllum hesum rokanum stóð so ein kvívíkingur og stuðlaði VÍF – ei undur í at verðurguðarnir øtlaðu veðrið.
Okkara menn løgdu væl frá landi, har serstakliga Filip í álopinum og Eli millum stengurnar gjørdu vart við seg. Liðini fylgdust uppá 2-2, áðrenn okkara fingu snútan fram um til støðuna 6-2, men aftur dróg Kyndil inn, og legði seg á odda 7-8 tá 21. min. vóru leiktir. Okkara fingu so 3 tey næstu málini, áðrenn Kyndil svaraði aftur. Hálvleiksstøðan gjørdist 13-10 til VÍF.
VÍF valdi í seinna hálvleiki at lata Tóka byrja í málinum. Eli kom, í eini góðari bjarging í fyrra hálvleiki, eitt sindur óheppi fyri inn í stongina, og mundi hettar helst vera orsøkin fyri hesum skifti. Men skjótt vísti tað seg, at Tóki kanska spældi sín lívs dyst. Hann stóð snøkt sagt ein flottan annan hálvleik, og átti sín lut í at Kyndil ongantíð hótti okkara í seinna hálvleiki. Av 5 teimum fyrstu málunum í seinna hálvleiki fekk Kyndil tey 4 til støðuna 14-13. Frá 4. minutti til 26. min. fekk Kyndil bert 1 mál (í 10. min.) í opnum spæli, meðan hini 5 málini øll vóru uppá brotskøst. Í sama tíðarskeiði hevði VÍF fingið 10 mál í opnum spæli, og hevði lagt seg á odda 25-19. Okkara koyrdu stilt og róliga sigurin heim til endaligu støðuna 28-23.
Um dystin er at siga, at Kyndil nokk ikki vórðu lidnir at “dumma seg”, meðan VÍF hinvegin hevði ein stabilitet sum vit kanska ikki hava sæð í langa tíð. Teir høvdu reint faktiskt onga “down” periodu ígjøgnum allan dystin. Kyndil royndi seg við mansverju av Filip, og seinni eisini Sámal Jákup og Áka G., uttan at fáa fyrimun av hesum. Ein kollektivur, væl uppiborin sigur, har bæði menn á bonki og vølli sampakkaðu.
Hóast mansverju, kom Filip uppá 14 mál, meðan Josef Abrahamsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli, við 8 málum.
Vit gleða okkum til mikukvøldið komandi, tá kollfiðringar leggja um Høgareyn.