VÍF-STJØRNAN Í MORGIN

Stjørnan kemur at vitja okkum í morgin. Dysturin verður í høllini í Vestmanna klokkan 14.30. VÍF hevur leikt 12 dystin, sum er helvtin av landskappingini, og við dystinum móti Stjørnuni verður farið inn í seinnu helvt av kappingini.

Hjá VÍF hevur gingið stak væl hetta kappingarárið. 11 vunnar dystir og ein javnleik og oddalið við 23 stigum. Kyndil liggur beint í hølinum við 22 stigum, men VÍF hevur leikt ein dyst færri. Tí ræður um at vinna Stjørnuna í morgin og vinna sær friðsæla luft niður til Kyndil, sum er næsta liðið, VÍF skal spæla ímóti í komandi viku.

Genturnar hava verið sera óførar, allar sum ein. Seinasta dystin móti H71 í Hoyvík vunnu tær 35-24. Og tað er ikki sørt, at tess sterkari mótstøðan er, tess betri er spælið. Men her mugu tær ikki lata seg lumpa í dystinum móti Stjørnuni. Stjørnan fekk eina heldur laka byrjan upp á kappingarárið, men er nú vorðin munandi sterkari. Í seinasta dystinum vann Stjørnan við trimum málum móti Neistanum, tær vunnu við 8 málum móti H71 og taptu við bara tveimum móti fyri Kyndli 3. desember, og skutu tá heili 26 mál.

VÍF-kvinnurnar mugu tí vera árvaknar frá byrjan, bæði í verjuni og í álopinum. Vit ynskja okkara kvinnum góðan dyst og heita á áskoðararnar um at seta steikina í ovnin í góðari tíð, so stundir vera at møta upp til dystarbyrjan. Kaffi og kakur fáa vit í høllini.

Mynd: Jens Kr. Vang