VÍF tveir FM vinnarar í Badminton

U-15 gentur: Nr. 1 og Føroyameistari: Sólfríð H. Joensen, VÍF, Nr. 2 Sascha Due Niclassen, MBF og Nr. 3 Tina Joensen, KBF

 

Leygardagin 19. mars var FM í badminton fyri yngru leikararnar leikt í Badmintonhøllini í Havn. Tilsamans 126 leikarar úr fimm feløgum teknaðu til kappingina, og vóru umleið 200 dystir leiktir. Kappast varð í U-9, U-11, U-13 og U-15. Úr VÍF luttóku leikarar í U-9, U-11 og U-15 kappingunum. Tíverri vóru bert 6 leikarar úr VÍF við hesaferð. Orsøkin var helst, at fleiri avgerandi dystir í handbólti vóru leiktir hetta vikuskiftið eisini. Av teimum átta FM-vinnarunum, ið funnir vóru leygardagin, eiga vit í Vestmanna teir tveir. Hjá gentum U-15 gjørdist Sólfríð Hjørleifsdóttir Joensen Føroyameistari og í kappingini dreingir U-15 gjørdist Bartal Poulsen Føroyameistari. Vit ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku. Flestu av hinum  leikarum okkara leiktu seg víðari úr bólkaspælinum, men tað rakk kortini ikki til heiðursmerki hjá teimum á hesum sinni.

 

Komandi vikuskifti verður leikt um FM-heitið í tvímansleiki hjá teimum yngru í Klaksvík. Her hava 5 leikarar úr VÍF boða frá luttøku.

 

FM-heitini hjá Bartal og Sólfríð eru ikki nakað, tey eru komin sovandi til. Tey venja tvær ferðir um vikuna her í Vestmanna, tvær ferð um vikuna í Havn, saman við leikarum hjá HBF, og so eru tey við í talenthópinum hjá Badminton Sambandi Føroya, sum venur flestu vikuskifti um veturin, tá ið kappingar annars ikki eru. BSF hevur eisini úttikið tey til eina Norðuratlantiska venjingarlegu og kapping fyri ungar leikarar í Grønlandi í august, har leikarar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi koma at luttaka. Átta luttakarar verða úr Føroyum.

 


U-15 dreingir: Nr. 1 og Føroyameistari: Bartal Poulsen, VÍF, Nr. 2 Magnus Dal-Christiansen, HBF og Nr. 3 Martin de Fries Justinussen, HBF

FM 2011 heiðursmerkjavinnararnir í U-15 hjá dreingum og gentum samlaðir á heiðursmerkjaskamlinum eftir lokna kapping leygardagin.