Vinnarin av tippingini

 

Á Bátastevnuni 19. mai varð skipað fyri tipping, um hvussu nógv tað nýggja 10-mannafarið, Vestmenningur, mundi vigað. Báturin varð flotaður fyri fystu ferð sama dagin, og seinni sýndur fram á havnalagnum í Vestmanna, har sum sagt, møguleiki var at gita vektina á bátinum. Áhugin var stórur fyri tí nýggja bátinum, og áleið 750 boð uppá vektina komu inn. Seinni um kvøldið bleiv báturin vigaður, og vísti vektin 301,0 kg. Síðani varð farið í holt við at eftirhyggja øll boðini, og sigast má, at nógv av boðunum vóru rættuligu nær við, men einki rakti tí heilt røttu vektina, sum so merkti, at tann ið var nærmast skuldi vinna. Og hepni vinnarin gjørdist John Klein Olsen úr Vestmanna, sum gitti 301,2 kg. Á myndini John Klein Olsen t.h. saman við formannin í Kappróðrarfelagnum t.v.
Vit vilja nýta høvi, til at takka øllum fyri góðan stuðul, og eisini at ynskja John Klein Olsen hjartaliga tillukku við vinninginum.