VIT FYLLA HØLLINA MIKUKVØLDIÐ

So eru vit aftur har, sum vit vilja vera. Í eini semifinalu, ógvuliga tætt upp undir endaligu finaluna til føroyameistaraheitið. Vegurin hevur verið langur, men í stigum endaði VÍF ájavnt við H71 og Neistan. Og lat tað vera sagt beinan vegin, at hetta er fult uppiborið. Tað nyttar einki hjá øðrum at koma við umberingum um skaðar, forføll og annað, tí VÍF-liðið hevur part av kappingarárinum sjálvt verið meint rakt av forfalli.

H71 valdi VÍF og tað mugu vit bara taka sum eina æru. Gamaní hevur H71 vunnið allar dystirnar móti VÍF í ár, men nú eru nýggir dystir á skránni. Spæla okkara menn sum teir spældu móti Neistanum sunnudagin, kann tað skaka alt undirlendi í Hoyvíkar býi.

Vit eru ikki favorittar. Vit kunnu spæla frítt og nýtast ikki at vera ræddir fyri nøkrum. Vit kunnu eisini siga, at VÍF-menninir komu longri fram á stigatalvuni í ár, enn hondbóltsserfrøðingar spáddu. Og júst tí eru menn vorðnir alvorliga svangir eftir at vinna meira. Tað krevur, at allir leggja alt fyri. At øll orka verður sett inn teir 60 minuttirnar, sum dysturin er. At konsentrasjónir er í topp og ikki minst, at viljin at vinna er nakað oman fyri 100 prosent. Eitt afturat, sum er lívsneyðugt, nú vit hava heimavøll í fyrsta dystinum, er at vit fylla høllina við vestmenningum. Fullur stuðul allan dystin verður ein fortreyt. – So ung og gomul, tað er bara ein vegur mikukvøldið kl. 20, og hann gongur í ítróttarhøllina í Vestmanna.
HJ