G.10 greipuvinnara, D.10b bronsu, 1&2 deild kvinnur gull og Dream Team gull

Gentir 10 hjá VÍF vunnu greipuna  farna vikuskiftið. Hetta man sigast at verða eitt megnar avrik av einum so ungum liðið. Gentirnar hava verði ágrytnar alt árið og hava tær havt eitt fyrimyndarligt venjara toymið. VÍF ynskir tykkum hjartaliga tillukku og góða eydnu næsta ár.

Somuleiðis hava 1 & 2.deild kvinnur vunnið gull fyri teirra deild. Dream Team hjá monnum vann eisini í vikuskiftinum gull og dreingir 10.b vunnu bronsu.  So sigast má, at nú kappingin so smátt er við at enda, so koma fleiri góð úrslit í hús.

 

Komandi vikuskiftið verða fleiri spennandi dystir hjá teimum yngru deildunum og har eru fleiri møguleikar fyri edlum metali.