VÍF-liðið eftir dystin móti Neistanum
VÍF-Neistin 35-24
48-ára gamli Ingi dagsins hetja
Spurningurin undan dystinum móti Neistanum í dag var, um VÍF-menninir kláraðu at reisa seg eftir tapini móti Kyndli og H71. Neistin visti, at Julian Olsen hevði leikbann og at talan tí fór at vera um eitt skert vestmannalið. Seinastu árini hevur Neistin eisini klárað seg rímiliga væl móti VÍF, og nógv høvdu ivaleyst varðhuga av, at Neistaliðið tá var betri, enn í tí fyrsta dystinum móti VÍF í ár, tá VÍF vann stórsigur.
VÍF hevur havt kortini tætt inn at kroppinum. Dysturin byrjaði, og jokarin varð spældur út frá fyrsta bríksli, tá 48-ára gamli Ingi Olsen kom inn á plássið hjá Julian á miðjuni. Og talan gjørdist um eitt comeback av teimum heilt stóru. VÍFmenninir syndraðu ferð eftir ferð Neistaverjuna sundur og skoraðu næstan sum teimum lystu. Ingi Olsen og Filip Jojic gingu undan, men aðrar smæddust ikki burtur. Serliga vóru Andrias Eriksen og Hanus Christophersen eyðsýndir. Harumframt stóð málverjin sum ein brandur.
Tað er nokk ikki ov nógv sagt, at hetta er tann besti dysturin, sum VÍF hevur spælt leingi. Góð verja, kvikt og skjótt spæl alla tíðina, sera fáir tekniskir feilir og tey flestu skotini sótu, har tey skuldu. Serliga hugaligt var tað at síggja, hvussu grammir og tryggir allir teir ungu dreingirnir vóru, tá teir loystu av í seinna hálvleiki. Hugurin at koma á máltalvuna var øgiligur, og soleiðis skal tað vera.
Nú ræður bara um ikki at fáa stórsinni av hesum meistaraspælinum. Allar dystir í ár vera harðir, og tí er neyðugt við sama vilja sum í dag, til tess at fáa góð úrslit í komandi dystum. Grundin til hetta er løgd, tí tá 48-ára gamli venjari vísir ungu monnunum vegin, ikki bara sum venjari, men sum dagsins leikari, fer eingin at vilja standa aftanfyri.
VÍF: Mlasin Mjerimarcka, Ingi Olsen 8, Sjúrður Olsen 1, Jóhann í Garðastovu, Hanus Christophersen, 4, Agga í Garðastovu 2, Andrias Eriksen 6, Jón Müller, Høgni Zachariassen 1, Jugoslav Djumic 2, Filip Jojic 10 og Bjarti Hansen 1.
Neistin: Eliesar Rubeksen, Nicolas Satchwell, John í Niðristovu, Rasmus Müller 1, Andras Joensen 3, Rói Berg Hansen 5, Herbjørn Lava 1, Torstein Balle 1, Pætur Mikkelsen, Hjalti í Jákupsstovu, Terji Mørk, Jónsvein Dulavík 3, Torkil Mørk 2, Frank Askildsen 5 og Teis Horn 3.
Sjáldsom sjón: Ingi Olsen ger comeback