Ema Bezanovic venur nú við VÍF

ema-bezanovic

EMA BEZANOVIC VENUR NÚ VIÐ VÍF

Eftir at kvinnuliðið hjá VÍF í Hvonn-deildini av ymsum orsøkum gjørdist munandi skert beint sum kappingin skuldi byrja, helt leiðslan í felagnum tað vera rættast at fáa styrk uttaneftir. Úrslitið gjørdist ein avtala við 27-ára gomlu Ema Bezanovic úr Serbia. Ema er bakspælari og spælir serliga á miðjuni og á vinstra vongi. Avtalan við Ema er gjørd fyri hetta kappingarárið.

VÍF ynskir Ema hjartaliga vælkomnari til VÍF og til Vestmannar. Velcome to VÍF and Vestmanna, Ema !

Eitt tvey-ára gamalt videobrot við Ema Besanovic sæst her.