Nú nýtt kappingarár skjótt fer av bakkastokki hjá okkara barna- og ungdómsliðum, verður skipað fyri felags foreldrafundi. Kunnað verður m.a. um nýggja kappingarárið og venjingarnar, umframt at Drós Ragnarsdóttir, sum hevur nomið sær útbúgving innan ítróttasálarfrøði, fer at hava eitt upplegg um foreldraleiklutin hjá íðkandi børnum.
Foreldrafundurin verður í Miðhøllini í Vestmanna skúla, mikukvøldið 25. september klokkan 18.00.
Skrá:
Kl 18.00 Nevndin bjóðar vælkomin
Kl 18.10 Drós Ragnarssdóttir hevur upplegg
– Hvønn leiklut hava foreldur í hondbólti
Kl 18.30 Foreldur býta seg út í árgangir
– Venjararnir koma runt, at greiða stutt frá venjingunum og um komandi kappingarár
– Liðini velja foreldraumboð
Síggjast