VÍF vann seinna dystin

Mansliðið hjá VÍF vann á eysturríkska liðnum, West Wien, í seinna European Cup dystinum um vikuskiftið. Úrslitið var 34-30 til okkara menn.

Seinni hálvleikur í fyrra dystinum gjørdist dýrur
Í fyrra dystinum var javnleikur, tá farið var til hálvleiks, men í seinna hálvleiki riggaði einki hjá okkara monnum og West Wien vann 29-22.

Í seinna dystinum sást frá fyrsta bríksli, at VÍF ikki ætlaði at veittra evropeiska pallinum farvæl so lættliga. Teir spældu ein framúr dyst, allir sum ein stríddust væl, bæði í verju og álopi, og yngstu menninir á liðnum vístu, at bjørt vón er fyri framman hjá okkara mansliði.

Ímóti endanum reið samlaða úrslitið á einari knívsegg, tá VÍF var á odda 34-28, men tíverri bleiv tað ikki til ein sjeymálsmun, sum var kravið, fyri at koma víðari. Eysturríkararnir vunnu samanlagt, men VÍF menninir kunnu av sonnum vera nøgdir við avrikið í seinna dystinum.