Vestmenningar skuldu ídag gera eina roynd at reisa seg, eftir fyrst at verða sliðnir úr steypakappingini á hálvari leið, umframt eyðmýkjandi tapinum á heimavølli fyri Neistanum mikukvøldið. Bert 2 stig skyltu hesi bæði liðini á stigatalvuni, og tí var talan um ein sokallaðan 4-stig- dyst. Tap gav javnstøðu á 2. plássi, meðan ein sigur gav luft á 4 stig niður til 3. plássið.
Fyrstu 6 minuttirnar av dystinum góvu so eisini Jack-Pot til allar pessimistiskar dómadags profetiir. Strandingar fingu sær – uttan stórvegis hóvasták – eina 4-1 leiðslu. Levi í StÍF málinum tók tað sum kom inn um verjuna, meðan kvika spæli hjá heimaliðnum gav bonus í hinum endanum. Men sum kunnugt, skjótt er Harranum um, og 5 minuttir seinni hevði VÍF hála seg uppá eina 7-4 leiðslu, og harfrá uppá eina 7-12 leiðslu. Hesa løtuna koyrdi tað hjá útiliðnum, meðan heimaliði tyktist hava torført við at fylgja við. Men hvussu er og ikki; VÍF skifti nú út í stórum, og kvitteraði StÍF fyri hendan møguleika við at hála seg uppá 11-12 uppá 5 minuttir. Í hesum skrædlinum tók VÍF TO, gjørdi onkrar justeringar og fekk steðga fallinum, og hálaði seg uppá eina 13-18 leiðslu í hálvleikinum.
Skal verða erligur, skilti ikki ein pinn av hesum ógvusligu útskiftingunum, serstakliga í eini periodu har okkara runnu heimaliði um koll. Men lat fara, tað rættaði seg aftur – hesafer.
Seinni hálvleikur gjørdist eitt tætt drama við okkara undan og StÍF í hølunum. Okkara hildu tørn við eini 5 til 6 mála leiðslu til komið varð 17 min. út í seinna hálvleik við støðuna 20-26. Næstu 9 min. vann heimaliði tó 6-1 til støðuna 26-27, so støðan tóktist meira og meira meinlík dystinum í ¼ finaluni í steypakappingini fyri 3 vikum síðan. VÍF tók nú TO. Hvat og hvussu avtala er veit eg av góðum grundum ikki, men okkara gjørdu seinastu 4 minuttirnar bart, hildu strandingum frá at skora, samstundis sum teir skoraðu 3 mál í hinum endanum til endaligu støðuna 26-30.
Stór frøði á vestmenningum og teirra áskoðarum; løta skuldi tó til at fáa blóð- og hjartarútmur í rættlag og frøast um sigurin.
Stóri leikarin hjá VÍF ídag var uttan iva ungi og evnaríki málverjin og Kvívíkingurin Niklas Simonsen. Hann spældi snøgt sagt ein branddyst. Tók nógvar bóltar, og hevði harumframt hond á fleiri av bóltunum sum tó fóru inn um strikuna. Hugaligt at sígga, hvussu hann so at siga hvørja fer var í rættari síðu tá skotini dundu frá t.d. Sveinur (sum ídag “bert” fekk 4 mál).
Strandingar máttu í dag lúta fyri einum liði sum vísti viljan til at vinna, tó at tað altíð er ein fragd at síggja teirra, til tíðir, sera kvika álopsspæl, sum teir so at siga altíð eru garantar fyri.
Vit fegnast yvir sigurin, og sóðu ídag nógvar góðar taktir frá okkara leikarum. Er fer á spælinum hilnast oftast væl, og tað megnaðu okkara ungu leikarar til fulnar ídag. Hjartaliga tillukku allir samlir.
Fari tó at loyva mær at enda hesa dystarfrásøgn við 2 hjartasuffum:
Fyrra: Haldi at vit í kappingarárinum ov ofta síggja útskiftingar, sum í givnum løtum á ein ella annan hátt bróta rútmuna, har spælið annars gongur væl. Hettar kom týðuliga til sjóndar ídag, bæði í fyrra og seinna hálvleiki, og gagnnýttu strandingar hettar í fult mát.
Seinna: Havi ongantíð sæð t.d. Rene Toft ella Lars Jørgensen á danska landsliðnum leika á bak ketuni í álopinum. Báðir eru teir framúr verju- og partvís strikuleikarar. Hví vit til tíðir nýta okkara ditto á bak ketuni hevur verið og er mær ein gáta.
Vit síggjast í Hoyvíkshøllini mikukvøldið til ein sera spennandi og ikki sørt avgerandi dyst móti H71.