Elektron: Stíf – VÍF 26-33

Meðan sunnari partur av Stóra Bretlandi í hesum døgum fær smakkin av uppgangi og áarføri í stórum mongdum, hevur høgættin lagt leiðina yvir landi, tó at kavin ikki tykist hava stórvegis fastatøkur á okkum – enn í hvussu er.

Kalt ella ikki, so var boðið til spenning inni á Skála ídag, nú landskappingin av álvara er komin í gongd aftur eftir steðg vegna steypakappingarnar. Samstundis er hvør dystur frá nú av avgerandi fyri, hvussu liðini standa seg í royndini at náa finalupláss.

Okkara kvinnur skuldu royna at halda stiman eftir sigurin á Neistakvinnunum mikukvøldið (sum mær tíveri barst frá at síggja). Hóast heimaliðið legði betri fyri og kom uppá 3-1, fingu okkara skjótt stungið snútan framum uppá eina 3-7 leiðslu. Gongdin restina av fyrra hálvleiki tóktist her frá hin sama. Heimaliði hálaði 1-2 mál inn, fyri síðan aftur at missa, og fóru okkara til hálvleiks við eini 11-15 leiðslu.

Man sat við eini fatan av, at okkara gjørdu tað sum skuldi til. Kom StÍF ov nær, gjørdu okkara ein vørr, fyri síðan aftur at leggja seg í bíðistøðu. StÍF hevði undan dystunum ídag boðið sínum fjepparum til døgurða, og tóktust heimaáskoðarnir bæði mettir og væl settir. Skal harumframt siga, at hálvleiks  gularóta- og Drømmekage fra Brovst (soleiðis eitur hon vist nokk…) smakkaðu sera væl, saman við einum góðum kaffimunni. Manga takk fyri.

Fyrstu 12 min. av seinna hálvleiki vunnu okkara við 8-2, til støðuna 13-23. Hesa løtuna tóktist mest sum tá bóghvítuhvalur spælir við kóp. Heimaliðið varð straffa eirindaleyst so hvørt sum tær ikki lukkaðust í sínum álopum, og áðrenn tær høvdu vent sær, var mál í hinum endanum.

Heimaliðið gavst tó ikki á hondum, men troytti tann møguleika sum beyðst. Frá 17 til 23. minut skar heimaliði VÍF leiðsluna úr 10 niður í 5 mál til støðuna 24-29, og gav hettar døgurðamettu heimaáskoðarunum mót uppá ein tættan endaspurt. Men gakk. Okkara tóku eitt TO, settu trumf á, soleiðis at  máltalvan við seinasta bríksl vísti 26-33 til VÍF – til stóra frøði fyri vælmannaðu áskoðarafjøldina úr Vestmanna.

Mær fyrikemur at okkara lið hevur eitt relativt stabilt støði, hava eina kontanta verju, og megna bæði skjótt og tolið álopsspæl. Beiddin tykist inntakt, hóttan tykist verða á øllum plássum, og rúmd er fyri at geva lyklaleikarum hvíld eftir tørvi. Á málmanspostinum er eisini stabilitetur við 2 málverjum sum megna at taka ábyrgd dyst eftir dyst.

Næsti dystur verður ímóti VB í Vestmanna komandi sunnudag kl. 14.30. Til tann dystin er eitt vælkent venjarapar – Kári og Svanna – aftur at síggja á bonkinum. Væl afturkomin – heimaftur komin – havi eg hug at siga.  Vit gleða okkum. Gerster hevur gjørt eitt megnar arbeiði við kvinnunum, men fær nú høvi til at nýta alla sína orku uppá mennirnar nú fari verður inn í endaspurtin í kappingini. Takk fyri Gerster.