AA: VÍF – Team Klaksvík 32-25
Havi við jøvnum millumbili leita eftir dystarfrásøgnini frá Neistadystinum fyri 14 døgum síðan inni á heimasíðuni hjá VÍF, men til fánýtis. Ikki tí, skilji væl um teldan fekk virus, ella skrivarin fekk fárasjúku ella tað sum verri er. Neistin spældi ein rimmar dyst, og vann fult uppiborið. Og tá Neistin eftirfylgjandi eisini tók “skalpin” hjá Hoyvíkingum, tóktist sum um teir nú høvdu funnið út av, at kappingin var í gongd, og fyri at fáa stig, mátti arbeiði til – eisini á vøllinum. Í vikuni vann so TK á Neistanum, og tí kundi man róliga staðfesta, at VÍF ídag møtti næstbesta liðnum í kappingini.
Úrslitið hjá TK móti Neistanum í 4. seinasta umfari í landskappingini, skakaði ítróttar skrivarnar í Miðlahúsinum so nógv, at teir í vikuskiftis útgávuni ikki megnaðu at geva hesum dysti umframt vikuskiftisumførunum (3. Seinasta umfar) størri rúmd, enn ein bingo-lýsing hjá Matmøðrafelagnum á Skálatoftum plagar at fáa, meðan fótbólturin, – nú bert 26 umfør eru eftir – fekk upp í posa og sekk. Men hvør veit, kanska fáa vit hondbóltsfjepparar ein “flat-avsláttur” í haldaragjaldinum í næstum.
VÍF skuldi í dag rista Neista-dystin av sær, og tað sást skjótt, at tær ætlaninar vórðu klárar. Heimaliði legði seg á odda 5-0, áðrenn TK svaraði aftur við 4 málum á rað. Vestmenningar drógu frá aftur og fóru uppá 10-5, men TK svaraði aftur, og kom uppá 10-10 tá 22 min. vóru farnir. VÍF dróg frá aftur og fór til hálvleiks við eini 17-13 leiðslu. Tað minti fyri ein part um tá bóghvítuhvalur spælir við ævu- ella kóp. Tá á stóð, gjørdi heimaliði tað sum skuldi til, og síðan hálaðu TK seg inn aftur í dystin, og rómurin á TK-bonkinum var góður.
Seinni hálvleikur koyrir við heimaliðnum undan og TK aftaná. Mótsatt fyrra hálvleiki, tykist møðin hjá TK at gera seg galdandi, so hvørt sum dysturin líður, og heimaliði ger ikki meira enn tað sum gerast skal, fyri at tryggja sær stigini. Endaliga úrsliti gjørdist ein 7 máls munur. Dessertin undan tí stóra brakinum móti hoyvíkingum skírisdag var komin niður um, og smakkaði væl.
Sum hondbóltsfjeppari er hugaligt at síggja leikaratilfari hjá TK. Ungir leikarar sum tykjast at hava eina framtíð fyri sær. Meðan vit fyrr í kappingarárinum hava sæð teir báar útlendingarnar tikið sær av málskjótingini, sóu vit ídag Sámal á høgra bakki skjóta ikki færri enn 9 mál. Góðan skotarm, og góðar plaseringar. So er bert at vóna at felagið varveitir leikaratilfari, eisini útlendingarnar og Hvítanes mannin í málinum. Gott arbeiði Claus.
Hjá okkum var hugaligt at síggja Magnus á Rógvu taka ábyrgd í offensiva partinum. Dagsins detalju stóðu stubbarnir fyri í undirtalsstøðu , tá Jákup Andreas við 200 míla ferð kom “out of nowhere”, varð leiktur leysur á strikuni og legði bóltin hegnisliga í málið.
Tann hondbóltsliga breyðbrótingin verður so Skírisdag í Vestmanna. Gleði meg til eina stúg-stappaða høll, har slagið skal standa um, hvørt tað verða hoyvíkingar ella vestmenningar sum skulu leggja arm við teir suverænu kollfiðringarnar um meistaraheiti.
Fari at heita á áskoðarfafjøldina um at geva rúmd fyri Útvarpinum hjá Kringvarpinum, í fall teir skuldu leita vestur um Høgareyn – livst so spyrst. Greiði teimum frá hvar Høllin liggur, og vísi teimum vegin, so teir ikki enda uppi í Miðalsbrekku ella á SEV-demningunum.