Dream Team aftur føroyameistarar

 

Eftir at liðið ikki var við í kappingini seinasta kappingarár, varð Dream Team endurstovnað í ár. Og sjálvandi endaði Dream Team aftur sum føroyameistarar í 2. deild. Dream Team vann bólk 2 við 20 stigum fyri 12 dystir. Sigursvanda liðið, sum vann FM í 2005, 2006, 2007, 2008 og 2009 spældi tvær finalur móti ÍA a, og vann báðar dystirnar. Mennirnir hava funnið formin aftur, og hóast okkurt tap á vegnum, so er Dream Team aftur at rokna sum eitt hitt besta liði í Føroyum.
Teir, sum hava mannað liðið í ár eru: Aftara rað f.v.: Oyvindur Brimnes, Finn Jørgin Olsen, Ólavur Brimnes, Ragnar Zachariassen, Hjalmar K. Olsen, Kári Mortensen Fremra rað f.v.: Johnny Joensen, Petur Frank Joensen, John Vilhelmsen, Bárður Nielsen, Jóhan Poulsen, John Zachariassen, Rógvi Nielsen Ikki við á myndini: Kristen Friis, Jógvan Emil Nielsen, Harald Bjørgvin, Niels Andreasen, Jan Nielsen, Regin Didriksen, Áki Olsen Onkrir ungir leikarar hava eisini leikt við Dream Team í ár, og hava nomið sær stóran hondbóltskunnleika: Julian Olsen og Áki Egilsnes