Finalan fyri at koma í endaligu finaluna ímóti KÍF, verður skíris hósdag í høllini í Vestmanna. H71 kemur norður til Vestmanna við teirra sterkastu manning og er lagt upp til eitt brak av einum dysti. Hópurin hjá VÍF er sum skilst full mannaður, so sigast má, at tey sum hava áhuga fyri hondbólti fáa ein rimmar dyst skírisdag.
Rammurnar rundan um dystin verða sum altíð í top, VÍF vil hervið heita á allar gular og bláar áskoðarar um at møta mannskerk til dysti Skírisdag.
Sunset liðið møtir Stjørnuni kl.1430. Stjørnan skal vinna dystin fyri at enda í finaluni, men tær hava havt trupuleikar við unga VÍF liðinum. Hetta er seinasti heimadystur hjá kvinnunum og vilja tær gera alt fyri at vinna.
Atlantic Airways spæla kl.1600.
Komi øll og stuðli tykkara liðið og hjálpi teimum í finaluna.
VÍF