Áskoðara fyrimyndin

Hvat bleiv tann ágrýtni áskoðarin av. Vit sum hyggja eftir hondbólti sakna ein trúfastan og eina eldsál sum Sverri var, tá lið okkara er á vøllinum. Vit mangla mannin/kvinnuna sum kann fáa hinar áskoðarnar við. Tað man verða mangur sum minnist, hvussu stuttligt tað var, at verða til hondbólt tá Sverri koyrdi á VĺF-liðið og fekk hinar áskoðarnar við. Eg rokni við, at hann mundi mangan verða við til at halda geistinum uppi hjá liðnum, sum víðari førdi við sær, at lið okkara sigraði ímóti endanum.

Tey flestu liðini runt í føroyum hava tílíkar eldsálir og hetta hava vit brúk fyri. Um tað skal verða stuttligt at spæla hondbólt og eisini hyggja eftir hondbólti, so mugu áskoðaranir skapað undirhaldsviðrið uttanfyri vøllin.

Farna kappingarár hjá VĺF, var eitt sindur misjavnt viðvíkjandi tali av áskoðarum. Vónandi kunnu vit fara at venda hesi gongdini til næsta kappingarár og harvið skapað teir bestu karmanar fyri spælaranar inni á vøllinum. Hetta fer at lyfta spælaranar upp á eitt hægri støði og úrslitini skulu so nokk koma.

Hugsi tykkum at fara til hondbólt og høllini er stúgvandi full av glaðum áskoðarum sum koyra á sítt til. Vit vita tað væl, at her norðuri eru vit eitt sindur tung í tí, men hetta skulu vit broyta til næsta kappingarár og vísa hinum hvussu stuttligt tað er at verða til hondbólt í Vestmanna.

Umstøðunar, spælaranar og fólki hava vit. Vit skulu bert takað tað góða lagi við, soleiðis at vit lyfta í felag.