Samandráttur frá aðalfundinum hjá VĺF

Á aðalfundinum sum var hildin mánakvøldi vóru fáir limir møttir. Saman við starvsnevndini var tali 15. Hetta eru vit í nevndini sera hørm um, men vóna at talið verður størri næstu fer.

Formaðurin í VĺF, Áki Olsen, tók saman um seinasta kappingarár, har hann greiddi frá úrslitinum innan hondbóltin,kappróður og badminton.

Hann segði at sjálvt um Sunset og Atlantic –liðini ikki vóru har sum felagi ynskir, so var tað á eini leið.Felagi fegnast um tey góðu úrslitini yngru deildinar fingu og liggur har ein framtíð sum felagi kemur at njóta gott av seinni, segði formaðurin.

Innan kappróður var Vestminningur við allan vegin og gjørdu teir kappingina spennandi. Dreingjabáturin kom ongantíð heilt upp á ovastu rók, men halda teir áframm so verður spennandi í ár. Barnaróðurin kom væl frá sínum kappingarárið og verður hetta spennandi fyri felagi framyvir.

Innan badminton eigur felagi eina framtíð sum sær ljós út, tí felagi fekk tillutað ársins stjørnuskot hjá monnum og kvinnum og kallast tey Bartal Poulsen og Sólfríð Hjørleifsdóttir Joensen.

Rokniskapurin var framlagdur og viðtikin á fundinum.

Nevndarval var eisini á skránni. ĺ starvsnevndina vóru Áki  og Jórun afturvald. ĺ hondbóltsnevndina var Bob og Martha vald, so at nú sita Andrea, Brynhild, Martha og Bob. ĺ badminton nevndina vóru vald Áki Siggertson, Britta Joensen, Hjørleif og Leif Poulsen.ĺ kappróðrar nevndina kom Jan Johannesen inn fyri Rúna Fossdal. Eitt fultfíggja yvirlit yvir allar nevndarliminar verður uppdatera fyrsta dagin inni á heimasíðuni hjá felagnum.

Tá ið punkti sum eitur ymiskt kom á skrá, so segði nevndin at teir arbeiddu við at hækka limagjaldið fyri komandi kapingarár. Eitt uppskot var lagt fram, men við fyrivarni so kemur nevndin at kunna allar limir felagsins á heimasíðuni so skjótt endalig avgerð er tikin. Teir limir sum vóru á fundi høvdu einki ímóti hesum og segði onkur av teimum at hann skilti ikki hví hetta ikki fyri langari tíð síðani var gjørt. Tað skal tó sigast, at starvsnevndin ikki noyðist at leggja hetta framm á limafundi, tí sambart lógum felagsins so ger starvsnevndin sjálv av hvat limagjaldi skal verða. Men fyri at hetta ikki skuldi koma sum eitt yvirraskilsi fyri nakran, so bleiv hetta nevnt á fundinum og fekk nevndin fulla undirtøku fyri tí.

Eitt annað mál sum tosa bleiv um, var innkrevjing av limagjaldinum. Tað er eingin loyna, at tað gongur ov seint at fáa limagjaldi goldið og verður óneyðug orka brúkt til hetta av starvsnevndini. Tá ið Starvsnevndin kemur at boða frá komandi limagjaldið, so kemur nevndin eisini at boða frá hvussu innkrevjingin kemur at verða framyvir og vónar nevndin at limir felagsins góðtaka tann leistin.