Avdúka hondbóltsvenjararnar á Staðnum

Leygardagurin á bátastevnuni er 17. mai og er 75-ára stovningardagur hjá VÍF. Hetta verður hátíðarhildið á Staðnum klokkan 18.00, tá Helgi Jacobsen fer at hava eina stutta framløgu av søguni hjá VÍF. Vit fara millum annað at vísa brot úr hondbóltsdysti á plenuni í Vestmanna frá 1976 millum VÍF og Kyndil. Vit síggja leikarar sum Johnny Joensen, Kára Mortensen, Kára Durhuus, Páll Poulsen, Ólav Højgaard og Palla Joensen. Okkurt verður til matna og okkurt verður eisini at leska seg við.

Tá framløgan er liðug, fer formaðurin í VÍF at avdúka, hvør verður hondbóltsvenjari hjá kvinnum og hvør verður venjari hjá monnum komandi kappingarár.

File0790