Kvinnur og menn spæla sínar seinastu dystir í hesum árinum í høllini í Hoyvík leygardagin. Hoyvíkingar eru blíðir og bjóða mat og jólahugna – so nú er ikki at setast aftur. Hetta eru tveir dystir, sum vit helst skulu vinna, og vánirnar fyri sigri eru betri, tess fleiri viðhaldsfólk eru.
Okkara prestur í Vestmanna í 1960-árunum, Aksel Tórgarð, skrivaði og segði mangt løgið – men tó við djúpari meining. Í eini andaktsbók, sum hevði heitið “Morgunlestrar” skrivaði hann niðast á innara tittulblaðnum, at lestrarnir kundu eisini lesast um kvøldið.
Ein sunnudag hevði Aksel Tórgarð fyrst gudstænastu í Kollafirði klokkan 12 og síðani í Vestmanna sama kvøld. Har var ein kollfirðingur í kirkju, sum fekk so nógv burtur úr prædikuni í Kollafirði, at hann koyrdi til Vestmannar um kvøldið – spentur eftir at fáa eina líka góða prædiku, sum hann hevði hoyrt á middegi.
Men hann kendi seg snýttan og tók í armin á Tórgarð eftir prædikuna í Vestmanna og brikslaði honum, at hann hevði hildið somu prædikuna í Vestmanna, sum í Kollafirði. “Jamen góði maður,” segði Tórgarð blídliga við kollfirðingin, “heldur tú, at eg sigi eitt í Kollafirði og eitt annað í Vestmanna?”
Eg veit ikki, hvussu nógvan ítrótt Aksel Tórgarð íðkaði. Hann var í øllum førum í parti við kvívíkingum í eini togtogan á vestanstevnu í Vestmanna. Men eg kundi væl hugsað mær at sæð sama stríðsanda í Hoyvíkshøllini leygardagin, sum eg sá í Badmintonhøllini í Klaksvík mikukvøldið. Hví skulu vestmenningar, nú teir vísa seg at vera í einum góðum stima, spæla eitt spæl í Klaksvík og eitt annað í Hoyvík?
Og kunnu teir ikki spæla eins væl um dagin í Hoyvík, sum teir spæla ein seinan kvøldardyst í Klaksvík?
Svarið upp á báðar spurningarnar er játtandi. Kenslan eftir sigurin hjá kvinnunum í Vági eg ivaleyst sera góð og kenslan hjá monnunum eftir stórsigurin í Klaksvík er helst uppaftur betri. Haldi fast við kensluna, men skal tað ganga, sum vit vilja, so er neyðugt at vaska talvuna reina, gloyma alt um favorittstøðu og fara til Havnar fult uppsett við nakað oman fyri 100 prosentum av stríðsvilja. Tá er í øllum førum útgangsstøðið, sum tað skal vera.
Kvinnurnar spæla klokkan 16.30 og menninir klokkan 18.00. Góðan dyst, kvinnur og menn!