Har var einki uttaná í Klaksvík mikukvøldið. Tað, sum var, var innií. Og tað var nógv. Hjørtu og høvd full av stríðsvilja. Har lá einki eftir í Vestmanna. Og tað sást aftur frá fyrsta bríksli. Tað var ein fragd at síggja hesar stríðshugaðu og kviku menn flyta seg so kimiliga á vøllinum, at eg eina løtu hevði hug at fara til inngongdina fyri at rinda 70 krónur afturat fyri gleðina at skoða, hvussu tølini rullaðu uppeftir til høgru á máltalvuni.
Vestmenningar vóru sera uppsettir og klárir frá byrjan. Verjan var óvanliga framsøkin og ágangandi sterk, og longu eftir 15 minuttum fekst tú eina kenslu, at hesin dysturin er longu vunnin. Alt riggaði, verjan var krútsterk og menninir prógvaðu, at teir kunnu verja, bara teir vilja.
Álopið riggaði eisini, sum tað skuldi, og rættiliga fáar tekniskar villur vóru í fyrra hálvleiki, so bóltarnir fóru inn, nærum hvørja ferð menninir komu til skot. At Isak Olsen stóð sum ein brandur í VÍF málinum, gjørdi somuleiðis sítt til, at vestmenningarnir bókstaviliga runnu klaksvíkingar umkoll. Isak Olsen er málmaður á grønlendska landsliðnum og vardi í fjør málið hjá StÍF. Hann er læntur heim til VÍF, nú Mladen er skaddur.
Garvaða kjarnan á VÍF-liðinum spældi nærum allan fyrra hálvleik og helt fram nakað inn í seinna hálvleik. Tá 19 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, førdi VÍF við 16 málum, 33-17, og um hesir somu leikarar sluppu at halda fram, kundi VÍF ivaleyst havt vunnið dystin við einum 20 málum. Ístaðin lótu venjararnir teir siðvandu spælararnar fáa frí, so allir teir ungu kundu sleppa framat. Teir spæddust ikki burtur, men ferðin á spælinum minkaði, og TEAM Klaksvík fekk møguleika at minka um munin niður í níggju mál.
Samanumtikið ein væluntur og so sanniliga eisini uppiborin sigur, sum prógvaði, at hesir menninir saktans kunnu vinna á teimum sterkastu liðunum, tá viljin at vinna er eitt vet oman fyri 100 prosent.
TEAM Klaksvík-VÍF 27-36 (10-20)
Málskjúttar: Julian Olsen 7, Filip Jojic 7, Andrias Eriksen 5, Sjúrður Olsen 5, Bjarti Hansen 4, Rúni Joensen 4, Agga í Garðastovu 1, Jóhan í Garðastovu 1, Jákup Andrias Joensen 1 og Jón Müller 1.
Filip Jojic byrjaði sína føroysku hondbóltsleið í Klaksvík. Tað kunnu vit bara vera takksom fyri. Eftir dystin heilsaði Filip upp á leikarar í Klaksvík. Her er hann saman við Hans Arna Thomsen.