FARA TIL KLAKSVÍKAR VIÐ STRÍÐSVILJA

Fyri tey, sum halda við VÍF, skal ein góð umbering til fyri at ikki at fara til Klaksvíkar mikukvøldið. Veðrið verður gott, klaksvíkingar eru altíð blíðir, vit vilja stuðla okkara spælarum – og her kemur so fremsta orsøkin fyri at møta upp í Klaksvík: Hetta eru seinastu heimadystir hjá klaksvíksliðunum í ár og klaksvíkingar ætla at fylla høllina við norðingum.

Tað ber ikki til. Vit mugu vera har eisini og vit mugu hoyrast. Og tí er at gera avtalur longu nú, um hvønn bilin tú ætlar tær í norður.

Í fyrsta dystinum móti Team Klaksvík vunnu menninir við trimum málum. VÍF kom við eini sjokkbyrjan, har teir vardu næstan úti á miðjuni fyrstu sjey minuttirnar og komu á odda 6-1. Men so var tann taktikkurin sleptur og klaksvíkingar komu upp á javnt. VÍF lá tó á odda meginpartin av dystinum. Men vit hava hava varhuga av, at klaksvíkingar eru eitt vet sterkari nú, so tað ræður um hjá okkara monnum at koyra á frá byrjan. Venjarin Ingi Olsen hevur góðar vónir til dystin.

Í fyrsta dystinum millum VÍF og Stjørnuna vunnu vestmannakvinnur trivaligan sigur. Men Stjørnan hevur ment seg nógv í seinastuni og vestmannakvinnur skulu fyrireika seg til eina veruliga uppgerð.

Smáu, men sera fimu japansku kvinnurnar mundu koppa hálendska liðinum í HM-dysti í kvøld. Tær prógvaðu, at einki er ómøguligt fyri tann, sum hevur viljan í hjartanum. Tríggjar færri tekniskar villur og tær høvdu vunnið dystin og skapt eina heimssensasjón. Við góðum vestmannaáskoðarum og viljanum í hjørtunum er alt møguligt í høllini í Klaksvík mikukvøldið. Vit síggjast í KÍ-høllini !