Skriv frá H71: Upphiting og jólahugni í Hoyvíkshøllini tann 16.desembur

Niðanfyri standandi skriv er komi frá H71 og er hettar ein góð upphiting til okkum øll, gul og blá,  stór sum smá. Kom vit fara

”Ein góðan hondbóltsbita? Tað ber væl til í Hoyvíkshøllini!

Leygardagin 16. desember  verða teir seinastu dystirnir í bestu kvinnu- og mansdeildini í ár spældir.

Jólini skula eisini rúma, at vit steðga á, dvølja við og njóta løtuna, og tí hava vit valt at gera nakað serligt burtur úr hendan dagin.

Droppa matgerðina tann leygardagin! Tí í Hoyvíkshøllini fæst matur til keyps til børn og vaksin hendan dagin.

Niðriundir kunnu børnini keypa pitsa og toast, meðan vit uppi á í kantinuni selja sild, breyð og súpan.

Eisini fæst okkurt gott til keyps at smyrja hálsin við. Vit mugu hava orku at fagna, heppa og kveikja leikararnar.

 So góðu hoyvíkingar, vestmenningar og øll onnur, sum bara elska hondbólt:

Verið vælkomin í Hoyvíkshøllina leygardagin 16 . desember til
* Hvonn-dystin H71-VÍF klokkan 16:00
* FTZ-dystin H71-VÍF klokkan 18:00

 Vit gleða okkum almikið til ein spennandi og hugnaligan dag, har so mong sum gjørligt vónandi hava hug at seta sín dám á – uttan tóman maga.”