Farna vikuskifti var stór badmintonkapping í íslendska høvuðsstaðnum. Kappingin er partur av stóru “Reykjavík International Games” leikunum, sum verða hildnir á hvørjum ári. Frá VÍF luttóku Sólfríð Hjørleifsdóttir, Bartal Poulsen, Svanna Poulsen, Súsanna Poulsen og Finnbogi Hjørleifsson.
Føroyingar einaráðandi í U-13
Føroysku leikararnir í aldursbólkinum U-13, høvdu av álvara takið á íslendingunum. Av 32 luttakandi dreingjum og 16 gentum vunnu føroysku leikararnir gull í øllum fimm greinunum, sum kappast var í. Bartal vann gull í einmansleiki, í tvímansleiki saman við Brandi Jákupsyni úr HBF og í blandaðum tvímansleiki saman við Gunnvu Jacobsen eisini HBF. Sama Gunnva vann somuleiðis gull í einmansleiki og í tvímansleiki saman við Marjun á Lakjuni úr KBF. Føroyingar vóru væl umboðaðir í hálvfinalunum, men rukku tó ikki til fleiri heiðursmerki. Finnbogi stríddist móti íslendskum leikarum, men kom ikki víðari frá innleiðandi dystunum.
Eldru deildirnar
Hóast sín unga aldur er Sólfríð longu ein av sterkastu kvinnuligu leikarum í Føroyum. Í hálvfinaluni í bólkinum hjá U-15 spældi hon ein sera tættan og spennandi dyst móti íslendsku Aldu, sum eisini bleiv vinnari av kappingini. Í tvímansleiki vann Sólfríð seg, saman við Kristinu Eriksen úr HBF, í finaluna. Tær stríddust væl, vunnu 1. settið, men máttu at enda lúta, soleiðis at íslendsku genturnar vunnu dystin 2-1. Men eitt flott silvurheiðursmerki til Sólfríð og Kristinu.
Svanna luttók í bólkinum U-17. Hon náddi hálvfinaluni í B-bólkinum. Súsanna luttók í elsta aldursbólkinum U-19, men har var mótstøðan ov stór til, at hon kundi vinna seg víðari úr innleiðandi bólkinum.
Framtíðin
Samanumtikið kann sigast, at føroyskir leikarar eru sera væl fyri í yngru bólkunum, meðan íslendingar enn renna undan okkum í eldru bólkunum, men ein sannroynd er tað, at badminton her heima hevur ment seg sera nógv seinnu árini. Ungu leikararnir fáa eina góða byrjan frá indiska Aritra Nandy, ið ferðast millum feløgini, har hann venur ein dag um vikuna. Eisini er samstarv millum feløgini, soleiðis at bestu spælararnir kunnu venja saman. So hvørt sum leikararnir mennast er neyðugt, at tey eisini luttaka í kappingum uttanlands.
Endamálið við Íslandstúrinum hesaferð var at skapa áhuga og íblástur hjá leikararunum, soleiðis at tey leggja meiri orku í venjingina. Niðurstøðan er eisini, at tey sterkastu av okkara yngstu leikarum mugu til Danmarkar at luttaka í kappingum til tess at fáa neyðuga mótstøðu.