Leygardagin 28. Januar 2012 luttekur Torstein Paulason Brattaberg, vegna VÍF kappróður, í Danske Mesterskaber/Fit For Rowing í Gladsaxe. Hetta er Danmarksmeistarakapping í inniróðri. Kári Djurhuus Brattaberg fer við Torsteini sum venjari hansara.
Torstein luttekur í tveimum kappingum, løb nr. 214 drenge/junior B årgang 1996 2000 m, og løb nr. 606 drenge/junior årgang 1996 200 m sprint. Kappingin verður streama á netinum á www.livestream.com/ergometertider, fyrra kappingin er kl. 10.45, og seinna kl. 14.46.
Torstein vann DM í inniróðri í sínum aldursbólki í 2011, hann var 18 sek. framman fyri nr. 2, og vann Torstein eisini norðurlandameistarakapping fyrr í mánaðinum, har hann var 9 sek. framman fyri nr. 2. So spennandi verður hvussu fer at hepnast hesu ferð, vant hevur hann dúliga í tí óføra góða kappróðrarneystinum í Vestmanna.
Ferðin er stuðla av Vestpack, Magn, Sportmaster, LÍV og Vestmanna Kommunu.
Torstein og Kári fara fríggjamorgunin, og koma aftur sunnukvøldið.