Sunset 28. januar: Stjørnan-VÍF 27-22

 

Norðlýsið skrivar soleiðis um dystin í Sunset deildini í Klaksvík í dag 28. januar:

VÍF-liðið er mannað við ungun evanríkum leikarum, og tær stríddust væl í dystinum í dag. Stjørnan hevði gjøgnum allan dystin munin, men leiðslan var ongantíð meira enn eitt ella tvey mál. Tað var ikki fyrrenn at 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, at Stjørnan fekk slitið seg leysa av VÍF. Næstu løtuna øktu tær um leiðsluna til 5-6 mál, og hesa leiðsluna hildu tær, tað sum eftir var av dystinum. Eftir at Stjørnan hevði havt eina leiðslu uppá 11-9, endaði dysturin við 27-22 sigri til heimaliðið.

Spælið hjá heimaliðnum var ikki av tí besta, men tær gjørdu sína skyldu, og eru framvegis væl fyri í stríðnum um eitt fm-finalupláss.

Málskjúttar:

VÍF: Liljan Djurhuus 7, Torgunn Johansen 6, Agnas Olsen 5 og Tóra Seloy 3

Stjørnan: Corina Demeterca 8, Simona Petersen 7, Judit Hansen 3, Una Olsen 3, Annika Ljósstein 2, Lovisa Lassen 2 og Bára S. Klakkstein 2.

Næsti dystur hjá VÍF verður í Vestmanna sunnudagin 5. februar móti Neistanum.