Vestmenningurin Bartal Poulsen og havnardaman Kristina Eriksen hava verið í Danmark og kappast innan badminton í vikuni sum fór. Úrslitini vóru framúr góð, tí bæði vunnu gull. Kappast var í Randers, Kronjylland Open, og luttóku tey bæði sum Føroyingar.
Síðani var farið til Odense til Yonex Junior kapping, sum var partur av stóra tiltakinum Yonex Denmark Open, har heimsins bestu badmintonleikarar tóku lut. Um 650 ungfólk luttóku í kappingini fyri juniorar. Kappast varð í ein- og tvímannsleiki, umframt blandaðum tvímansleiki.
Kristina kappaðist í bólki A fyri U15 og gjørdist akkurát ov stutt.
Bartal kappaðist í bólki M fyri U13 og gjørdist Gullvinnari.
Bólkur M er næstbesti bólkurin, bara elitan kemur aftaná.
Á myndini síggja vit unga vestmenningin saman við sínum fyrimyndum.
Og so kann hann eisini siga, at hann hevur sungið »til lukku til tín« fyri heimsins besta badmintonspælara.
VÍF ynskir Bartali hjartaliga tillukku við gullinum og góða eydnu framyvir