Tíðindi

AA: VÍF-Neistin 34-30

Kvinnurnar høvdu lagt standardin, og mennirnir fylgdu tropp. Teir, eins og kvinnurnar, kundu taka mikukvøldið móti STÍF við sum ein sokallaður “moralboostari”, soleiðis at tapið ímóti KÍF var lagt í brenniovnin. Eins og hjá kvinnunum, løgdu okkara væl út, og var tað ikki fyri ein sera vælleikandi málmann hjá Neistanum, høvdu teir fingið oyruni í …

AA: VÍF-Neistin 34-30 Read More »

Elektron: VÍF-Neistin 31-24

Okkara kvinnur hava seinastu dystirnar verið inni í einum góðum stima. Mikukvøldið fekk STÍF smakkin at føla, hóast tær ikki lótu seg renna um koll uttan svørðslag. Ídag skuldi so Neistin standa sína roynd, og ikki kann sigast annað enn, at tær máttu so nakkalangar inn um býðarportrið í Kollafjarðardali. Tað barst mær frá at …

Elektron: VÍF-Neistin 31-24 Read More »

AA: VÍF – KÍF 26-31

AA: VÍF – KÍF. 26-31 Ymiskir eru stórdystirnir innan ítróttarheimin, og ymiskt er, hvussu hesir fjepparahópar fara hvør við øðrum. Stórt ferðalið er um dagarnar afturkomið av ferð í Manchester, har stórdystur var móti Arsenal. Frætti at ein av hesum MU-fjepparum argandi hevði boðið einum svornum Liverpool fjeppara eitt bomm sum symboliseraði MU merkið. Ólukkutíð …

AA: VÍF – KÍF 26-31 Read More »

VÍF – Kyndil menn 28-23

Menn: VÍF – Kyndil 28-23 Kvinnurnar høvdu lagt støðið, so rómurin var góður á heimaáskoðarum til mansdystin. Tó – Kyndil hevði – eftir hvat teir sjálvir siga – dumma seg norðuri í Klaksvík seinasta vikuskifti, og tí var tað kanska ein særd bjørn, sum okkara komu at standa yvir fyri, og tað er jú ikki …

VÍF – Kyndil menn 28-23 Read More »