Coca-Cola: VÍF – Kyndil 25-26

 

CocaCola – semifinala kvinnur: VÍF-Kyndil 25-26

Hettar vikuskiftið hevur staðið í teknum illveðurs- og steypasemifinalunar. Neistin hjá kvinnum gjørdi bart móti VB, og eftir hvat skilst, ætla Neistakvinnurnar framyvir at fara um Suðuroyarfjørð sum part av upphiting til týðandi dystir.
Hjá monnum tryggjaði Kyndil sær annað plássið í gjár í tøttum og sera spennandi dysti móti H71. Dagurin ídag skuldi so seta 2 tey seinastu liðini á finalu-dystarskránna. Kollfirðingar vóru toygdir í hvørjari lykkju móti StÍF fyri at røkka sínum dreymi, og gekk tað akkurát, við at teir vunnu við 3 málum, eins og StÍF fríggjakvøldið, men fekk KÍF fleiri mál á útivølli.
So er tað dysturin sum her skal umrøðast, nevniliga seinni dysturin ímillum kvinnuliðini hjá VÍF og Kyndil. Fyrri dysturin fríggjakvøldið var ein sannur gysari, sum tó endaði 21-20 til VÍF. Í tí dystinum fylgdust liðini allan vegin, har Kyndil legði betri fyri, men VÍF síðan fekk munin, og helt fast. Sostatt var alt opið til returdystin. Komu liðini upp um 21 mál, fór vinnarin av dystinum í kvøld í finaluna.
Høllin var fullsett; væl av fólki úr Havn, og sjálvsagt nógvir heimaáskoðarar.
Lat tað verða sagt beinan vegin, tað gjørdist beinanvegin greitt, at her stóð – sjálvsagt – nógv uppá spæl. Heimaliðið legði betri fyri, men skjótt dróg Kyndil at, fyri síðan at leggja seg framum 4-7 eftir 16 min. VÍF dróg tó at aftur upp á 7-7 og framum 9-8, áðrenn Kyndil frá 23-30 min. fór uppá eina 14-11 leiðslu, m.a. við 3 brotskøstum, harav tær brendu tað eina, har Viviann hevði eina dubultbjarging.
Áskoðarnir høvdu verið vitni til ein tempokendan fyrra hálvleik, hvar leikarnir ikki góvu við dyrnar; Kyndlaáskoðarnir vóru heldur harmæltari enn heimaáskoðarnir, men enn stóðu 30 drápuligir minuttir fyri framman, tað sum BBC-Five-Live reportarnir plaga at kalla “nail-biting-stuff”.
Seinni hálvleikur gav á ongan hátt onki fyrra eftir. Tó tóktist sum Kyndil hevði momentum, og løgdu tær seg á odda 14-18. VíF hevði tó lagt mansverju á Simonu, og tóktist hettar at órógva Kyndlaálopið munandi. Hendan mansverjan kundi kanska í einstøkum føri kostað heimaliðnum einar 2. min, men so varð ikki. VÍF ger næstu 8 min. eitt rimmar hál, og kemur uppá eina 20-18 leiðslu. Høllin kókar, tey grøna stuðla sínum, og soygligu heimaáskoðarnir larma á sín stilla hátt. Næstu minuttirnar fylgjast liðini við VÍF undan og Kyndil beint í hølunum. Tá 5 min. eru eftir, er støðan 24-21 til VÍF, og sostatt hevur Kyndil 4 mál at innheinta fyri at røkka einum finaluplássi.
Floytan kemur seinastu 5 minuttirnar rættuliga í fokus, samstundis sum VÍF leikarnir kanska gerast eitt sindur fjálturstungnar/ørkymlaðar av hesum snjælla ljóði. Við m.a. 4 brotskøstum, harav tey 3 fara í mál fær Kyndil hála seg fram um til ein 25-26 sigur, og harvið einum finaluplássi.
Uppá samanlagt 11 teir seinastu minuttirnar í ávikavist fyrra og seinna hálvleiki veiddi Kyndil sær sostatt 7 brotskøst, harav tey 5 fara í mál. Sostatt er ikki trupult at ímynda sær, at venjingarnar hjá VÍF koma at snúgva seg um verjuspæl í floyalshandskum móti hálvleiks- og dystarenda í komandi dystum – ella ??
Kyndla leikarar og áskoðarnir í sjeynda himli, meðan heimaáskoðarar og leikarar tóktust søkka sum steinurin. Mær rann til hugs yrkingina hjá Mikkjal á Ryggi, her leysliga umyrkt soleiðis:
Drápið er endað. So stillar nú bróta
Bylgjurnar aftur, men brotið er grønt
Droyri er vøllurin, smildraðar ganga
VÍF genturnar, handabløð kvett
Úti er spælið; stilt er á vali.

Havi skilt, at dysturin helst fær eitt eftirspæl. Talan er um dóm í dystinum, har VÍF fær 3 metur kast dømt til Duritu Ljósstein. Dómararnir steðga harumframt tíðini, til Durita er komin á føtur aftur. Komin á føtur, letur hon nøkur orð falla við dómaran, sum tekur gula kortið fram, umframt at Kyndil fær bóltin, sum tær umseta til mál. Eftir hvat skilst, er her ikki talan um “dommerskøn”, men um dóm sum neyvan er í tráð við reglarnar. Júst viðurskiftir í stríð við reglarnar kostaði fyrr í kappingarárinum VÍF umdyst móti VB, hóast greiðan sigur. Eisini er áður dømt til umdyst vegna faktuellan dómarafeil í dysti hjá monnum millum Neistan og VÍF fyri 3-4 árum síðan.
Men lat meg beinanvegin undirstrika, at undirritaði hvørki hevur verið, er ella verður hondbóltsdómari, og fari tí ikki at taka støðu í hesum máli. Fari tí heldur ikki at taka støðu til nógv umrødda straffi dómin í seinastu sekundunum. Kann bert staðfesta, at vestmenningar hava ringar royndir í júst høgru verjusíðu, tá um alt avgerandi dystir ræður. Hugsi um Áka G. í dysti móti júst Kyndil fyri árum síðan í finaludysti á Hálsi, tá skógvar hansara – eftir øllum at døma – vóru størri enn hann sjálvur hevði givið sær far um. Og dear og dear… .
Fari at enda at ynskja Kyndlakvinnunum tillukku við sigrinum, og góða eyðnu í finaluni leygardagin.
Til okkara kvinnur og leiðarar vil eg bert siga – tit gjørdu tað tit kundu, taki tað við tykkum til næstu venjingar og dystir, og haldi fast í tykkara ítróttarliga mál fyri hettar kappingarárið. Vilji og tilfar er inntakt.
PS. Síggi, at á Hondbóltskjak á Facebook er futtur í í kvøld (mánakvøld), onkrar viðmerkingar minni hepnar enn aðrar. Lat ongan iva verða um, at dómararnir royndu at gera sítt besta. Um tað so var gott nokk, vil altíð verða ein subjektiv meting.