Sunnudagin verður ein spennandi dagur fyri dreingirnar hjá VÍF sum leika við D12 & D14. Teir hava nemliga spælt seg til finaluna og eru samstundis tey einastu liðini felagið hevur til finalurnar í ár. D12 spæla finalu í Ítróttarhøllini á Hálsi sunnudagin 10.02.2013 kl 1515 og teir møta Neistanum. D14 spæla somuleiðis sama dag kl 1720 og møta teir Kyndli (gamal klassikari). Felagið vónar tað besta og ivast vit heldur ikki í, at dreingirnir fara at gera alt tað teir eru mentir, fyri at fáa tær blá gulu litirnar at skína fyri felagið.
Góða eydnu tit dreingir og alt tað besta.
VÍF