Dia Midjord skal venja kvinnurnar

Tað verður Dia Midjord, sum tekur yvir eftir Inga Olsen og Agnar Joensen, sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá VÍF.

Vit eru sera fegin um at hava fingið avtalu við ein av mest royndu venjarunum í landinum at venja besta kvinnulið okkara komandi ár. Dia er somuleiðis gamal kenningur í felagnum, har hann hevur vant mansliðið í tveimum tíðarskeiðum – m.a. tá FM-heitið varð vunnið í 2005.

Vit ynskja Dia vælafturkomnan til Vestmanna, og ynskja honum og spælarunum eitt gott kappingarár.

NEVNDIN