“Tað var nokso einkult. Eg var altíð ein av teimum skjótastu til hondbólts venjingarnar, og tað endaði við at Daniel Djurhuus Rein lokkaði meg við til eina kapping í sprint, og síðani tá havi eg vant miðvíst”, sigur Rói Holgarson, tá hann varð spurdur um hví hann byrjaði at renna. :)Hann meldaði seg bert til stuttleika til FM í 100m og fekk ein frammaná. Hann endaði aftastur. Kvikleiki hansara hevur tó altíð verið eyðsýndur, og eftir nøkrum árum við betri útgerð og miðvísari venjing er 20 ára gamli Rói Holgarsson nú ósvikaliga tætt við at gerast kvikasti føroyingurin nakrantíð. Rói Holgarsson hevur seinastu trý árini verið føroyameistari á eyðkenda 100m-teininum, har Usain Bolt í heimshøpi er at kalla einaráðandi. Rói venur nú seks ferðir um vikuna í danska stórfelagnum innan frælsan ítrótt, Sparta, og hevur hann sett sær stór mál.
Málið í løtuni er gull á oyggjaleikum á Bermuda og langtíðarmálið er at koma undir 10 sekund, sigur Rói, sum á 100m hevur eitt persónligt met áljóðandi 11.37 sek. Heini Hátún eigur føroyska metið við 11.27 sek. Hetta metið er níggju ára gamalt. ”Mítt mál til síðstu kappingina í ár var at klára oyggjaleikakravið, og tað gekk sum tað skuldi. Eg rakti dagin, og tað var super. Mítt næsta mál er at vinna gull á Bermuda. Vinnarin síðsta ár rann 10.80, so tað skal nógv venjing til at koma frá 11.37 og niður har. Sjálvandi ætli eg mær eisini at vera kvikastur í Føroyum nakrantíð, men tað kemur av sær sjálvum, um eg skal hava møguleika at vinna Oyggjaleikir 2013”, sigur Rói.
Í løtuni er tað einans ein rennari av evropeiskum uppruna, sum hevur megnað at runnið undir 10 sekund á 100m-teininum. Tað er Christophe Lemaitre úr Fraklandi, sum hevur runnið 9.92. Rói ætlar sær at gerast tann næsti í røðini. ”Um tað gongur væl á Oyggjaleikum á Bermuda, verður næsta mál mítt EM”, sigur Rói.