Eitt sindur um Sólfríð

SolfridSólfríð byrjaði at spæla badminton hjá VíF, tá ið hon var 7-8 ár. Hon helt tað vera stuttligt og áhugavert at spæla badminton, og hevur hon líka frá byrjan víst vilja og árræði til Badminton, og gingið til kappingar, sum Badminton Samband Føroya hevur skipað fyri, og hevur gjøgnum kappingarnar ment seg sera nógv. Seinastu 4 árini hevur hon, umframt vant við VÍF, eisini vant við HBF 2-4 ferðir um vikuna. Sólfríð hevur við sínum sera sterka vilja og treysti vunnið seg á fremstu rað gjøgnum fleiri ár, og seinasta ár vann hon gull í ikki færri enn 5 FM meistarheitum bæði innan einstaklinga kapping, tvímansleik, blandað tvímansleik og lið-kapping. Eisini í ár eyðnaðist henni at koma heim við gullinum í somu greinum.
Sólfríð hevur seinastu 4 árini verið við í Ungdómslandsliðinum, og kom eisini, bert 15 ára gomul, við í Landsliðið fyri vaksin. Hon hevur luttikið fleiri ferðir í kappingum uttanlanda í Danmark, Íslandi, Svøriki, Grønlandi og Slovenia. Ikki hevur heldur svitast á hesum leiðum, og seinasta kapping, sum var í Farum í Maj mdr. vann hon seg í blandað tvímansleikið, saman við Magnus úr HBF á 1 røðina, og komu heim við gullið fyri lítlu Føroyar, har 7 ymisk lond luttóku. Í hesum kappingarárinum kom Sólfríð í ein bruttuhóp, sum skal til Bermuda á Oyggjaleikir, ið taldi 32 luttakarar frá byrjanini. Hon er nú vald at umboða Føroyar saman við 9 øðrum luttakarum. Mánaðirnar fram til Oyggjaleikir hevur hon, sum hon sjálv sigur: “vant x-tremt nógv, og tað hevur eisini verið sera nógv koyring fyri meg, sum eri einasti leikari, ið ikki eri úr Havnini. Men tað hevur verið sera gevandi og eisini stuttligt. Eg vóni at vit fara at síggja góð úrslit frá Bermuda, har kanska størsta avbjóðingin verður tann nógvi hitin. Nú verður tað so fyrst hetta, og annars framyvir skal tað nokk koma at vísa seg, hvat næsta málið fyri meg verður – tí eg elski avbjóðingar”.