Sólfríð Hjørleifsdóttir, Rói Holgarson og Birita Poulsen úr Vestmanna umboða Føroyar á Oyggjaleikum 2013.

Sólfríð Hjørleifsdóttir, Rói Holgarson og Birita Poulsen øll úr Vestmanna fara á Oyggjaleikir á Bermuda, sum verða leiktir í døgunum 13. Juli til 20. Juli, og umboða tey her Føroyar. Tey hava øll 3 leikt síni barna- og ungdómsár hjá VÍF. Sólfríð spælir badminton hjá VÌF, og umboðar ítróttargreinina badminton á Oyggjaleikunum. Rói umboðar ítróttargreinia 100m sprint á Oyggjaleikunum, og rennur við felaginum Sparta í Danmark. Birita ger fimleik við felagið úr Havnini, og umboðar sostatt ítróttargreinina fimleik á Oyggjarleikunum. Tað er á heimasíðuni hjá VÍF gjørd áhugaverd innsløg um hvønn einstakan av teimum, har tey greiða frá sínum íkastið sum luttakarar á Oyggjaleikunum. Tey ynskja at gera sítt besta fyri at náa so góð úrslit sum møguligt, og fara vit at ynskja teimum alt tað besta á Oyggjaleikunum á Bermuda 2013.