Elektron: VÍF – VB 30-28

 

VÍF kvinnurnar skuldu ídag gera eina roynd at yvirtaka 1. plássið í Elektron deildini. Hjá VB var uppgávan at halda tørn við oddin, soleiðis at eitt møguligt finalupláss ikki dróg ov langt frá. Eitt sum vert var at leggja til merkis í dag, at VB bert hevði 9 leikarar tøkar til dystin, meðan VÍF hevði ein fullan bonk.

Kári og Svanna vóru aftur at síggja við stýrisvølin, Svanna tann analyserandi, og Kári við sjálvum dirigentstokkinum. Gott at síggja tykkum aftur í høllini.

Leikgongdin í dystinum gjørdist skjótt ein spegilsmynd av, at vágskvinnur ikki høvdu lagt longu leiðina norð til Vestmannar uttan svørslag. Tær løgdu bragdliga fyri, og hildu ígjøgnum allan fyrra hálvleik ein leiðslu frá 1 upp í 4 mál. Serstakliga vóru tað tær báðar útlensku leikarinnurnar sum vóru eyðsýndar. Tað tóktist sum, at VÍF ikki fekk tamarhald á teimum í verjupartinum. Harumframt stóð Guðrun í Láabø væl í málinum. Tá einir 15-20 min. vóru leiktir, vældi VÍF at seta eina “mans”verju  á hesar báðar leikarar, og órógvaði hettar VB spælið so mikið, at munurin styttist niður í eina 1 máls leiðslu til VB á 15-16.

Seinni hálvleikur gjørdist – eins og fyrri – tungt hoyggj at draga hjá VÍF, tær runnu fyri tað nógva aftaná, komu uppá javnt, tóku leiðsluna, men mistu so aftur. VÍF valdi framhaldandi at mansverja tað einu av útlensku leikarunum. Tá 10 min. restaðu í, hevði VÍF leiðsluna 26-25, men 5 min. seinni hevði VB lagt seg fram um aftur 28-29. Okkara góvust tó ikki á hondum, stríddust fyri hvørjum bólti og hvørjum møguleika, og tá seinasta bríksl hoyrdist í høllini, høvdu okkara lagt seg framum 31-29.

Eitt sum ofta eyðkennir eitt oddalið, eru evnini at fáa sum mest burtur úr, eisini tá spælið kanska ikki heilt koyrir heilt eftir vild.  VB eigur somuleiðis stórt rós uppiborið fyri sítt íkast í dagsins dysti.

Hjá heimaliðnum var kanska vert at leggja til merkis, at 4 leikarar gjørdu 5 mál, meðan 1 gjørdi 4 mál, og gevur hettar eina góða mynd av breiddini á liðnum.

Okkara liggja nú á einum 1. plássi við 24 stigum eftir 15 dystir, 1 stig framman fyri Kyndil og 7 stig framman fyri Neistan á 3. plássið. Næsti dystur hjá okkara kvinnum verður eitt satt oddabrak ímillum júst VÍF og Kyndil um 14 dagar, sunnudagin tann 9. marts.