AA: VÍF – Team Klaksvík 34-26

 

Næsti rættur á menuini ídag varð mansdysturin við vitjan úr Klaksvík. Okkara høvdu ein branddsyt úr Hoyvíkshøllini mikukvøldið í viðførinum, og spurningurin var so, um talan gjørdist um alle gode gange tre uppá 8 dagar, nú bæði StÍF og H71 høvdu fingið smakkin av einum broyttum VÍF liði.

Men eins og í kvinnudystinum, tóku gestirnir til sín í størri mun enn heimaáskoðarnir kanska høvdu vóna. Tá korterið var farið, stóð 7-9 til TK. Nýggi útlendski leikarin hjá teimum vísti góðar taktir, og gav vestmenningum høvubrýggj í heldur stórt mát. Eisini her valdi VÍF eina mansverju, sum vísti seg at muna. Heimaliðið dróg nú fram um, og hevði eina 14-12 máls leiðslu tá fari var til hálvleiks.

Fyrra hálva av seinna hálvleiki gjørdist tó ein makt demonstratión av heimaliðnum, og eftir 8 min. hevði VÍF lagt seg á odda 20-12, og tá korterið var fari vóru 10 mál á muni. VÍF tók nú fótin av speedaranum, lat lyklaleikarar fáa hvíld, og gav leiktíð til yngri leikarar. Dystur móti KÍF stendur á skránni komandi mikukvøld, so hettar var væl gjørt. TK nýtti so eisini høvið til at leggja mansverju á bæði Filip og Sámal Jákup, og eisini á Sámal, um annar av hinum var úti. Hettar gav TK eina turka trúgv uppá møguleikan, spældu sær sum delfini í vatni so hvørt sum skotini hepnaðust, og munurin styttist.

Tá munurin var komin niður í 29-25, setti heimaliðið tó trumf á, og fekk sær eftir stuttari løtu ein 34-26 máls sigur í hús.

Ásannast má, at okkara hava vunnið 3 teir seinastu dystirnar, hava víst eitt stabilt og kontrolerað spæl, og hava havt eitt nøktandi botnstøði. Íøllum trimum dystunum seinastu 8 dagarnar hava okkara sett trumf á móti dystarenda, og tað er ikki júst tað vit hava verið von at síggja seinnu árini.

Okkara yngru leikarar fylla skógvarnar til fulnar, og fyri fyrstu fer í mong ár hava vit ikki færri enn 3 málmenn sum kunnu geva álopsleikarum hjá mótstøðuliðnum høvubrýggj. Javnvágin ímillum yngru og eldru leikarnar í hópinum tykist verða flutt rætta vegin.

Næsti dysturin verður oddabrak í Kollafirði, nú mikukvøldið kl. 19. Undan hesum dysti liggur KÍF á odda við 25 stigum og við einum dysti færri leiktum. Sostatt er talan um ein sokallaðan 4-stig’s dyst. Vinnarin mikukvøldið verður oddalið, KÍF kann leggja sjógv ímillum við trimum stigum, meðan VÍF hinvegin kann leggja seg 1 stig fram um, um væl vil til.

Livst, so spyrst.