AA: KÍF – VÍF 30-38

 

Átta stig í tíggju dagar

Hondbóltsfepurin í Vestmanna er høgur í hesum døgum og rákin av siðvandum sigursróma hongur yvir bygdini. Eftir meira at kalla upp og niður yo-yo úrslit í miðumfarinum tykist gongdin hjá monnunum nú at vera støðugari. Úrslitatalvan og stigini lúgva ikki: Seinastu fýra dystirnar hevur liðið vunnið fýra dystir og fingið sær átta stig afturat á kontuna og liggja í løtuni á fremsta plássi í Atlantic Airways kappingini.

At tað hevði gingið so væl eftir steðgin í sambandi við steypakappingina, bæði móti strandingum, hoyvíkingum og klaksvíkingum, skapti eina sterka vón bæði hjá leikarum og áskoðarum um at tíðin umsíðir var komin at basa kollfirðingum. Kollfirðingar hava verið í einum heldur deydligum aldudali seinastu dystirnar, men eru altíð sera uppsettir til dystir móti vestmenningum og spennandi var tí at síggja, um góði stimin hjá vestmenningum fór at halda fram.

Á mangan hátt var dysturin mikukvøldið móti kollfirðingum ein aðalroynd til eina møguliga finalu. Hann hevði tí bæði stóran sálarligan týdning og var umráðandi í málinum at náa einum endaligum fyrstaplássi í undankappingini, sum jú gevur møguleika fyri tveimum heimadystum. Sannroyndin at bæði liðini kortini høvdu ráð at tapa dystin mikukvøldið, gjørdi at útlit vóru fyri einum vælleiktum dysti við nógvari ferð og nógvum málum.

Nógvir vestmenningar høvdu leitað sær oman til Kollafirðar at rópa dreingirnar fram til fjórða sigurin á rað. Vónirnar vóru í veruleikanum so stórar, at vestmannaáskoðarar als ikki góðtóku, at kollfirðingar eftir fimm minuttir høvdu lagt seg á odda við tveimum málum. Henrik Gerster hevði helst roknað við, at Eli Müller í málinum fór at halda fram við fimligu bjargingunum frá dystinum móti Team Klaksvík. Men garvaði málmaðurin sá sjálvur, at hetta var ikki hansara dagur og útskifti seg sjálvan við Niklas Simonsen longu tá seks minuttir vóru leiktir.

Og longu her vendi dysturin og misvísningur kom ongantíð aftur á kumpassina. Tá Filip Jojic tríggjar teir næstu minuttirnar bumbaði fýra bóltar í netið, var kreppa í KÍF leguni, sum bað um time out. Filip bleiv mansvardur, men tað gjørdi so lítlan mun, tá bæði Sámal Joensen og Jóan Pauli Høgnesen saman við restini fingu alt at rigga, og skjótt var støðan 15-9 til VÍF. Breiddin á VÍF liðinum kom veruliga til sjóndar seinna partin av fyrra hálvleiki. Nærum allir VÍF-leikararnir komu á máltalvuna og stinna verjan saman við Niklasi í málinum eiga stóran part av æruni fyri hálvleiksstøðuni 22-16.

Í steðginum máttu flestu áskoðararnir hava fríska luft, so ella so. Nervarnir skuldu stillast, tí spurningurin var um hetta fór at halda dystin út. Kundi sama gongd endurtaka seg, sum onkuntíð áður við tryggari leiðslu, at mótstøðuliðið tekur vestmenningarnar á bóli við øðrvísi taktikki, sum VÍF-leikararnir ikki nóg skjótt klára at byrgja uppfyri?

Nicklas Selvig og Hans Eli Sigurbjørnsson løgdu hart út í seinna hálvleiki. Nøkur mál fóru inn, men Niklas í VÍF-málinum var ósvikaliga tryggur. Í hinum endanum skiftust Filip Jojic og Mads Eriksen at leggja afturat máltalvuni hjá VÍF og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin vístu reyðu ljósini á vegginum í Kollfjarðahøllini 31-21.

Hetta líktist eini eyðmýking av kollfirðingum. Í næstan øllum hondbóltsdystum, har málmunurin tíðliga í dysti er stórur, kemur ein løta í seinna hálvleiki, har málmunurin tødnar, men hetta mikukvøldið bíðaðu fólk til fánýtis eftir hesi løtuni. Besti maður hjá KÍF, Nicklas Selvig, gjørdi við sínum 15 málum sítt til at bjarga æruni hjá kollfirðinum, men nú vildu aðrir sleppa uppí málpart á VÍF-liðinum. Julian Olsen skeyt trý vøkur mál á rað og Mads Eriksen skeyt somuleiðis trý afturat teimum tveimum, hann hevði ríkað VÍF við í fyrra hálvleiki. Mads er ein kempari og leggur heilt víst nógva afturat stríðsviljanum hjá hinum á liðinum. At hann varð mansvardur ein part av seinna hálvleiki vitnar eisini um ta virðing, sum mótstøðuliði hevði fyri honum. Filip fekk leysari teymar móti endanum á dystinum og skeyt sjey av sínum 13 málum í seinna hálvleiki.

Samanumtikið ein fult uppiborin 38-30 sigur til VÍF, har leikararnir stundum spældu sum einglar til frøði fyri okkum áskoðarar. Og rómur á viðhaldsfólki í høllini, sum rakk inn í hvørt heim í Vestmanna, tá tíðindini frættust. Gamaní vantaði KÍF onkrar leikarar, serliga í verjuni, og Andrias Nielsen er framvegis skaddur. Tann undanførslan nyttar lítið, tá vit vita, at ein av bestu leikarunum á VÍF-liðinum eisini er skaddur.

Lat okkum njóta rama sigursangan, sum rísur upp úr moldum í Vestmanna, til vit leika næsta dyst í vestmannahøllini sunnudagin 9. mars. Men fyrst og fremst liðið og venjarin eiga at vera fullvitandi um, at enn eru framvegis ikki allar súður syftar. Málið er sjálvsagt at gera nummar eitt, men enn eru nakrir dystir eftir. Tað kann venda.

Mannbjørn Mortensen, sum gav nógv til hondbóltin í Vestmanna, røddi í 1957 á eini ræstkjøtaveitslu hjá VÍF í kjallaranum hjá Poul Egilsnes um hvussu nógv tað í ítróttini hevur at týða at duga at tapa – og so tað, sum kanska hevur enn størri týdning, at duga at vinna!

Hvør skal siga, tú hevur ikki vunnið næsta dyst, fyrr enn seinasta bríksl. Og at vinna fýra dystir á rað er í sær sjálvum ongin trygd fyri tí fimta dystinum. So lat okkum bara kalla dystin í Kollafirði mikukvøldið fyri eina aðalroynd. Men aðalroynd verður vanliga framførd fyri at rætta upp á frumsýningina. Tað ætla kollfirðingar sær uttan iva at gera og vestmenningar eiga somuleiðis at hyggja at øllum, sum kann gerast betri til eina møguliga finalu.

 

KÍF – VÍF 30-38 (16-22) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen

Málskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 15, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Jákup Trygvason 5, Magnus Müller 1, Rógvi Weihe 1 og Rúni Joensen 1

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 13, Sámal Joensen 7, Joen P. Høgnesen 6, Mads Eriksen 5, Julian Olsen 3, Sjúrður Nielsen 1, Hanus Chrisophersen 1, Bjarni Djurhuus 1 og Sámal Djurhuus 1

 

IMG_5033