Nú fara vit øll í høllina

Tað glógvar í hondbóltinum í Vestmanna í hesum døgum og sunnudagin skulu bæði tey fremstu liðini standa enn eina roynd móti Kyndli. Báðir dystirnir verða truplir, men fyri at fáa eitt gott úrslit heilt fram móti endanum í undankappingini hevur tað alstóran týdning, at liðini vinna sínar dystir.

Ein fortreyt fyri at vinna verður góð fyrireiking og gott spæl frá okkara liðum. Kyndlarnir hava frá føðingini í 1956 lagt nógv orku í at vinna á júst VÍF og sjálvt tey fáu árini, tá Kyndil ikki hevur klárað seg væl, setir liðið seg altíð nógv upp móti vestmenningum.

Mynd 1

Nógv fólk hugdu at dystum á plenuni í 1960-árunum.

Ein onnur fortreyt fyri at vinna er stuðulin frá trúgvu áskoðarunum. Bæði liðini vóru óheppin í steypakappingini, longri er tann søgan ikki, men seinastu dystirnar, har vit hálaðu átta stig inn í fýra dystum, var rættiligur rómur á áskoðarunum, bæði í heima- og í útidystunum. Og nú tað veruliga gerst spennandi á sjálvum 75 ára føðingardegnum, eiga áskoðararnir ikki at helma í. Teir skulu bæði síggjast og hoyrast – og tað skal plúmma.

Heimskenda orkestrið frá 1970-árunum, Deep Purple, ferðast enn kring knøttin við upp til fimm konsertum um vikuna. Fyri nøkrum døgum síðani framførdu gomlu tónleikasnillingarnir í svenska býnum Linkjøping og kendi sangarin Ian Gillan varð spurdur av svenskum sjónvarpi, hvat tað var, sum avgjørdi um ein konsert var væleydnað ella ikki.

Gillan svaraði, at skráin hjá teimum var samansett av gomlum, kendum løgum, nýskrivaðum tónleiki og tí spontana. Sum heild dámdu áhoyrararnir framførsluna hjá bólkinum, annars høvdu tey ikki komið. Men so legði hann afturat, at heilt avgerandi fyri um konsertin var ein sukse ella ikki, var hýrurin og undirtøkan frá publikum.

Mynd 2

Frá avgerandi dystinum móti Kyndli í Havn, tá VÍF gjørdist føroyameistari í 1968.

Tað møttu nógv fólk til hondbóltsdystir í 50-árunum og 60-árunum. Tað var ikki óvanligt, at  400 vaksin og børn ein góðan sunnudag komu á plenuna at stuðla liðunum. Áðrenn høgliga sambandið um Vestmannasund og áðrenn Oyggjarvegurin varð samanbundin í 1966, vóru flestu áskoðararnir vestmenningar. Siga vit, at 150 mans vóru til skips um sumrarnar og at 200-300 antin vóru ov gomul ella ov ung at fara á plenuna, so mundi meira enn helmingurin av teimum bygdarfólkunum, sum kundu koma, vera til dystirnar.

Gestsins eyga er gløgt, plaga vit at siga. Vagnur Michelsen hevur sagt, at tá hann sum unglingi á Neistaliðinum spældi fyrstu dystirnar á plenuni í Vestmanna, komu teir í samband við nógvar ágrýtnar áskoðarar úr Vestmanna. Teir stóðu so trúfastir uppi á bakkanum, og mangan bleiv tikið dýran til, tá ikki gekst nóg væl hjá VÍF-liðinum. Tað var altíð stuttliga at spæla í Vestmanna, eisini takka verið teimum nógvu áskoðarunum, helt Vagnur.

Vagnur hevur sagt, at teir dámdu so væl at spæla hondbólt tey árini, tað gekst væl hjá Neistaunglingunum, at teir okkurt árið spældu einar 100 dystir. Og ofta løgdu teir leiðina til Vestmannar, millum annað tí Sverri Wang í Neistanum og Mannbjørn Mortensen høvdu eina felags uppfatan av hvussu stóran týdning ungdómsarbeiði hevði. Vagnur viðgongur tó, at vøkru vestmannagenturnar eisini áttu sín lut í afturvendandi túrunum norður eftir oyggj.

Vestmannaáskoðarar hava altíð borið orð fyri at vera siðiligir. Sjáldan hoyrir tú ljót høgg og ókvæmisorð eftir mótstøðuleikarum. Treyðugt so hava dómarar onkuntíð fingið onkra bølluta oman yvir seg – tað tola teir. Men ov blíðir mugu vit vestmenningar ikki gerast. Í øllum førum ikki so blíðir, at vit ikki fara at rópa fyrr enn aftaná dystin. Tá er ov seint.

Vit taka ein dyst ísenn, men í heimadystunum báðar teir komandi sunnudagarnar hava okkara fremstu lið brúk fyri øllum tí positiva, sum koma kann út oman fyri hálsvølin. Um tað kanska gerst harður dystur um hvønn bólt og tað stendur á jøvnum og bara fá sekund eru eftir, tá hava okkara leikararnir brúk fyri tí moralska stuðlinum, sum fær teir at gloyma alt um nervar, men sum kanska fær mótstøðuliðið at gera feilir.

Hvørki leikarar ella áskoðarar eiga í hesum døgum at leggja oyruni ov tætt at lurtinum, tá viðmerkjarar úr mótstøðuliðum í fríggjadagssendingum ferð eftir ferð siga, at VÍF er favorittur. Seinastu tvey-trý árini hava vit verið vitni til, at skiftandi viðmerkjarar úr øðrum liðum í heilum tosa um vestmenningar sum favorittar, og tað hevur næstan ikki svitast: Tá tey fagrastu orðini hava verið søgd um liðið, stóð tað fyri falli.

Um tað er venjarin ella leikararnir, sum skulu koppsetast móti ov høgum vónum, dugi eg ikki at siga, men ivaleyst er tað galdandi fyri øll ítróttarfólk og allar ítróttargreinar, at ov stórt bjartskygni og favorittstempul sløva eitt sindur og ávirka neyðuga stríðsviljan um hvønn bólt.

Lat tað tí standa rimmarfast, at hvørgin dysturin í høllini í Vestmanna sunnudagin er vunnin fyrr enn seinasta bríksl. Neyðugt verður við sama stríðsanda, sum leikararnir hava víst seinastu dystirnar. Hetta er eisini galdandi fyri allar teir dystir, sum eftir eru.

Tey neyðugu prosentini at fáa eitt gott úrslit mugu so koma frá okkum áskoðarum. So kunnu Deep Purple og Ian Gillan eiga tokuna á vatninum og syngja Black Night við fullum samljóði frá áhoyrarunum, meðan tey, sum hyggja at vestmenningum sunnudagin lata ljóðkúlurnar smella í loftið so svarta náttin gerst sum ljósur dagur – og vit gevast ikki fyrr enn eftir seinastu royndina á mál.

Góðan dyst !

hj

Mynd 4

Hvar bleiv tann ágrýtni áskoðarin av? Vit sum hyggja eftir hondbólti, sakna trúføstu eldsálina sum Sverri Durhuus var, tá liðið er á vøllinum. Vit mangla mannin ella kvinnuna, sum kann fáa hinar áskoðarnar við. Mangur minnist, hvussu stuttligt tað var at vera til dyst, tá Sverri koyrdi á VĺF-liðið og fekk hinar áskoðarnar við. Hann mundi mangan verða við til at halda geistinum uppi hjá liðinum.