Hóast bæði kvinnuliðið og mansliðið hetta vikuskiftið høvdu heimavøll, so vistu allir leikararnir, at talan fór at vera um tveir torførar dystir. Nógvir áskoðarar høvdu leitað sær í høllina, og hevði veðrið skikkað sær betur, so fleiri kyndlaáskoðarar høvdu hættað sær til Vestmannar, hevði høllin verið fullsett. Ikki sørt av havnafólki var møtt kortini og tað var, sum tað eigur og plagar at vera, at áskoðararnir kappaðust um at hoyrast og at koyra undir sínar spælarar.
Kvinnurnar hava verið óførar í ár og vit vóna og rokna við teimum í finaluni. Truplastu dystirnir hava verið móti Kyndli, sum hevur eitt blandað lið við nøkrum royndum spælarum og fleiri heilt ungum, evnaríkum gentum. Kyndil er tað einasta liðið, sum veruliga hevur givið VÍF-kvinnunum mótstøðu og hagtølini vísa, at Kyndil hevur ligið omaná.
Fyrsta dystin í kappingarárinum 29. september vann Kyndil í Havn 19-13. Tann fyrra dystin í Vestmanna vann VÍF 19-17, seinna dystin í Havn vann Kyndil 21-19 og nú vunnu kyndlakvinnurnar so aftur 19-17. Seks stig til Kyndil og tvey til okkum. Allar hinar dystirnar hava okkara gentur vunnið, við undantak av dystinum móti Neistanum í Havn 23. oktober, tá Neistin nápaði ein ríviligan sigur frá okkum, 28-23.
Sum allir hinir dystirnir móti Kyndli, so var dysturin nú sunnudagin javnur. Munurin var ongantíð meira enn tvey mál. VÍF byrjaði betur og kom á odda, og tá 20 minuttir vóru leiktir, var støðan 6-4. Fá mál, góðar verjur, long álop og mistøk frá báðum síðum. Í endanum á fyrra hálvleiki gjørdi Jórun Ludvig ein rættiliga vørr við trimum málum á rað og meðan VÍF í 10 minuttir bara fekk eitt mál, togaði Kyndil seg hesa løtuna seg upp á eina 9-7 leiðslu, sum var støðan í steðginum.
Seinni hálvleikur gjørdist eins tættur og fyrri. Tað var sjónligt, at bæði liðini hugsaðu um týdningin av at eiga fremsta plássið í deildini, sum gevur møguleika fyri tveimum heimadystum í finaluni. VÍF stríddist við at koma upp á javnt og miðskeiðis í hálvleikinum var støðan 12-12, 13-13 og 14-14. Kyndil svaraði aftur hvørja ferð og legði seg nú fram um við tveimum málum og støðan helt sær til endaliga úrslitið 19-17 til Kyndil.
Støðan í Elektron-deildini er nú, at Kyndil hevur 25 stig, VÍF 24, Neistin 19, VB 16, StíF 7 og Stjørnan 3. VÍF hevur fýra dystir eftir. Komandi sunnudag á heimavølli móti StíF, síðani móti Neistanum í Havn, VB í Vági og Stjørnuni í Klaksvík. Serliga í dystinum móti Neistanum, sum enn hevur ein lítlan møguleika at náa finalupláss, kunnu VÍF-kvinnurnar, rokna við harðari mótstøðu. Óvæntað mótstøða kann eisini koma í hinum dystunum og vit eiga at geva okkara liði fullan stuðul komandi sunnudag móti StÍF, sum er seinasti heimadystur hjá kvinnunum í undankappingini.
VÍF-Kyndil 17-19
VÍF: Steinbjarta Marnersdóttir, Viviann Petersen, Tóra Seloy 4, Durita Ljósstein 2, Annika Petersen, Liljan Djurhuus 4, Annika Patti, Durita Christoffersen 4, Rakul Joensen 1, Gurðið Poulsen, Daniella Joensen, Randi Virgarsdóttir, Eilin Hansen og Agnas Olsen.
Kyndil: Røskva S. Nielsen Kristiana Griksaite, Gurðið Eystberg, Jórun Ludvig 4, Bára K. Hansen 7, Anna Sofía H. Mohr, Bjarta O. Johansen 2, Anja Heinadóttir 1, Anna Brimnes, Beinta Bárardóttir, Annika Sigurdardóttir, Simona Petersen 5, Guðrun R. Olsen og Randi S. Wardum.