VÍF-Kyndil 105-105

Í teimum fýra innanhýsis dystunum millum VÍF og Kyndil hetta leikárið hevur Kyndil vunnið tveir dystir, VÍF ein og tann seinasti nú sunnudagin endaði javnur.  Í fyrsta dystinum seinast í september vann Kyndil 30-29. So vann VÍF í Vestmanna 28-23, Kyndil vann í Havn 29-25 og sunnudagin endaði dysturin 23-23. Liðini eru sera jøvn, ja so javnsterk, at samlaða málstøðan millum liðini í teimum fýra innanhýsis dystunum er 105-105. At Kyndil á leiðini snávaði oftari enn VÍF móti øðrum liðum sigur mest um hvussu hondbóltskappingini í vetur hevur verið, har næstan øll hava vunnið á øllum.

Dysturin sunnudagin var nógv meira avgerandi fyri Kyndil, enn VÍF. Tí var Kyndlaliðið heilt víst sera uppsett at fáa eitt gott úrslit, sum kundi styrkja um teirra teoretiska møguleika at koma í finaluna. Hetta kom tó á ongan hátt til sjóndar við dystarbyrjan. Verjan hjá VÍF stóð sum ein klettasterk byrging móti royndunum frá kyndlamonnunum. Tað, sum slapp ígjøgnum, tók Eli í málinum, og tá 11 minuttir vóru farnir, var støðan 4-1 til VÍF. Uttan at gera ov nógv av kundi støðan við eitt sindur betri neyvleika frá VÍF saktans verið 8-1 og tú fekst eina kenslu av, at hendan dystin áttu vit at vinna.

Úrslitið av einum hondbóltsdysti kemur fyrst og fremst við at fáa bóltin í málið. Og sum tíðin leið í fyrra hálvleiki og fleiri av skotunum hjá VÍF ikki vildu inn, antin tí málmaður hjá Kyndli tók ella tí nøkur av skotunum endaðu ein metur oman fyri tvørtræið, so kom stígur í á málstalvuni hjá VÍF. At Kyndil í hinum endanum hevði ein vælupplagdan David Edvardsen, sum tíggju teir seinastu minuttirnar skoraði heilar seks ferðir, bar í sær, at góða leiðslan, sum VÍF hevði stóran part av fyrra hálvleiki, minkaði niður 11-10 tá menn fóru at hvíla seg.

VÍF byrjaði sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki. Verjan var framvegis stinn og tað gekk betur at fáa bóltarnar inn í hinum endanum. Tá 11 minuttir vóru farnir, var støðan 17-12. Við fýra málum hvør áttu Julian Olsen og Mads Eriksen sín stóra lut í ágrýtna og vælleikta spælinum fyrra part av seinna hálvleiki.

IMG_5917

Men so steðgaði upp, sum tað stundum ger, tá menn halda at slottið longu er vunnið. Kyndil fór at stríðast, broytti verjutaktikkin eitt sindur og við einum blandingi av ráðaloysi og fjarandi konsentrasjón eydnaðist tað Kyndil at toga seg upp á javnleik 21-21. Kyndil fór tó ongantíð framum, men í seinastu løtu eydnaðist tað teimum at javna til endaliga úrslitið 23-23.

Filip var mansvardur stóran part av dystinum. Í løtum vóru aðrir eisini tiknir úr spælinum. Nýggi maðurin Zarko Pejovic virkaði sterkur, men var óheppin framman fyri málinum í sínum fyrsta dysti á VÍF-liðinum. Samstundis var hann við trimum málum móti endanum av dystinum við til at tryggja javnleikin.

VÍF-liðið er fult av sera dugnaligum spælarum og til dømis í dystinum móti kollfirðingum næstseinasta sunnudag vísti liðið, hvat kann fáast burtur úr ein miðalgóðan sunnudag. Tey, sum sóu dystirnar bæði móti KÍF og Kyndli, ivast kortini ikki í, at mótstøðan frá Kyndli var væl sterkari, enn tann móti KÍF. Og kanska knípur tað ov ofta hjá VÍF at fáa plan B og C at rigga, tá mótstøðan gerst óvæntað stór.  Kanska er tað ein trupulleiki at seta rætta liðið saman av so nógvum evnaríkum leikarum, eisini tí nýggir og góðir leikarar leggjast afturat, sum broyta spælistílin hjá siðvandu leikarunum á kjarnuliðinum.

Slíkum ber til at arbeiða við. Ein vika er til dystin móti StíF í Vestmanna og tá vænta vit aftur, at bygdarfólkið fer at heppa okkara lið framá.

VÍF-Kyndil 23-23

VÍF: Eli Müller, Sámal Joensen 4, Julian Olsen 5, Áki Egilsnes, Joen P. Høgnesen 3, Agnar Joensen 2, Niklas Simonsen, Zarko Pejovic 3, Mads Eriksen 4, Tóki Seloy, Hanus Christoffersen, Filip Jojic 2, Sjúrður Nielsen, Sámal J. Djurhuus og Teis Rasmussen.

Kyndil: Jen P. Johannesen, Mladen Mjerimacka, Dávur Clementsen, Andrias Sólsker 1, julian Johansen 2, Josef Abrahamsen, Høgni Klein Olsen 1, David Edvardsen 7, Hans Áki D. Christiansen, Ludvík Súnason 2, Bárður Johannesen 4, Finnur Hansson 2, Bjarni Sørensen og Hørður F. Sigfusson 4.