Seks evnaríkir VÍF-arar á U20-landsliðið

VÍF, foreldur, venjarar og leikarar kunnu øll vera stolt av hesum seks unglingunum, sum eru valdir at leika á U20-landsliðinum í EM-undankappingini.  4.- 6. apríl skal U20-landsliðið leika móti Rumenia, Ísrael og Luksemburg. 18 leikarar eru úttiknir og VÍF er einasta felag, sum hevur seks leikarar á liðinum. H71 hevur fýra.

Hesir seks VÍF-leikararnir eru í einum árgangi hjá VÍF, hevur hevur vunnið tað mesta, sum kann vinnast heilt frá tí teir byrjaðu sum piltar. Teir flestu av dreingjunum eru uppvaksnir í hondbóltsfamiljum. Antin eru systkin virkin ella hava foreldrini verið aktiv í hondbóltinum. Men ikki minst hava dreingirnir havt góðar, vaksnar venjarar sum eitt nú Daniel Rapa og Inga Olsen og lítið er at ivast í, at hetta hevur havt ein positivan týdning fyri teirra hondbóltsmenning. Hugagóðir hava teir verið øll árini og nógvir góðir leikarar møttu trúliga til venjingarnar.

Gjøgnum árini hava dreingirnir verið so hepnir at hava virknar foreldrabólkar. Eitt úrslit av hesum hevur verið, at teir hava verið fleiri túrar á venjingarlegum uttanlands. Tað hevur bitið á og hevur eggjað til upp aftur meira hondbólt.

Øll tey fyrstu árini vunnu teir rímiliga lætt, men tíbetur hava teir støðugt fingið kapping. Serliga hevur kappingin staðið millum VÍF og H71, sum eisini hevur fleiri evnaríkar spælarar í hesum aldursbólkinum. Tað hevur verið serstakliga hugaligt at fylgt við dystunum millum hesar dreingirnar í teimum árligu steypakappingunum.

Ein, sum eygleiddi spælararnar við serligum brillum, var ítróttarskrivarin á Oyggjatíðindum, Finnur Helmsdal, sáli. Hann hevði hugt at dystum, sum dreingirnir spældu tá teir vóru um 12 ára aldur. Finnur Helmsdal undraðist á, hvussu skjótt og kvikliga teir spældu. Verjan var lítil inni á strikuni – teir vardu langt úti á vøllinum. Tá teir so fingu bóltin, gjørdu teir skjótt av og mangan var langur bóltur sendur beinleiðis frá málmanni til frían leikara. Har var altíð nógv ferð á, skrivaði Finnur Helmsdal.

IMG_5944

Tóki Seloy, Niklas Simonsen, Hanus Christoffersen, Áki Egilsnes, John Rúnason og Julian Olsen

NÓG MIKIÐ TIL EITT LIÐ

Ein heilur árgangur á einum liðið sleppur sjálvandi ikki allur á eitt landslið, men hesir seks dreingirnir kundu saktans manna eitt lið einsamallir. Teir eru sera dugnaligir og gera seg avgjørt galdandi á AA-liðinum hjá VÍF. Allir hava teir meira ella minni spælt á ymiskum plássum og teir hava prógvað, at teir hava evni til nógv av hvørjum. Á landsliðinum skulu teir flestu spæla á plássum, sum teir ikki spæla á dagligt, men Tóki Seloy verður tó málmaður og Áki Egilsnes bakkur, og har eru teir vanir at spæla.

John Rúnason var mest bakkur og er seint farin at spæla sum strikuleikari. Hanus Christoffersen hevur spælt nógv mest sum bakkur, men er nú fyri tað mesta vongur. Julian Olsen hevur fyri tað mesta verið playmakari, men er nú mest vongur. Og Niklas Simonsen var útileikari til hann var eini 16 ár. Tá valdi hann at gerast málmaður.

IMG_5681

Í fiskifrøðini tosa vit um góðar og ringar árgangir. Í Vestmanna hava við jøvnum millumbilum verið serstakliga góðir árgangir og góð tilgongd, har viðhvørt seks vóru nóg mikið at vinna ein dyst. Hvør minnist ikki dreingja- og unglingaliðið frá 1970-árunum, sum ikki tapti ein einasta dyst í fýra ár.

Steingrím Simonsen koyrdi eina ferð hesar unglingarnar til ein dyst á Strondum. Teir skuldu vera sjey, men hann fann bara seks og so koyrdi hann bara avstað. Undir dystinum móti StíF stillaði Steingrím seg mitt ímillum strandaáskoðararnar. Tá dysturin varð bríkslaður ígongd, spurdu strandingarnir Steingrím, hví bara seks spælarar vóru á VÍF-liðinum.

“Eg fann bara seks, men eg helt at tað fór at vera nóg mikið at vinna á strandingum,” svaraði Steingrím sáttliga. VÍF vann dystin.

Vit ynskja teimum seks VÍF-unglingunum á U20-landsliðinum góða eydnu!